Finn vegalongd

Kunngerðir

Kaldbaksvegurin11-12-2019

Arbeitt verður á Kaldbaksvegnum nærhendis Kaldbaksbotn 13. og 14 desember.

Leirvíkartunnilin10-12-2019

Vegna arbeiði verður Leirvíkartunnilin stongdur í kvøld, í annaðkvøld og hóskvøldið hesa vikuna kl. 22-06 og aftur sunnukvøldið 15. desember og næstu næturnar frá klokkan 22 til 06 fram til fríggjamorgunin 20. desember. Bilar sleppa ígjøgnum á midnátt, klokkan 02. og 04. Akfør í neyðsynjarørindum sleppa altíð ígjøgnum tunnilin.

Vestmannavegurin09-12-2019

Ein skaði á høvuðsvatnleiðingina til Leynar verður bøttur mánadagin 9. desember og møguliga nakrar dagar afturat. Arbeitt verður í hesum sambandi á Vestmannavegnum við brúnna í Leynum. Koyrið varliga.

Hvalbiartunnilin28-11-2019

Arbeitt verður við Hvalbiartunlinum trongisvágsmegin frá 29. november 2019 til 1. apríl 2020. Koyrið varliga.

 

Sund15-11-2019

Fram til 6. desember verður arbeitt við at umvæla bilverjuna við Sund. Heitt verður á bilførarar um at koyra varliga.

Funningsfjarðarvegurin15-10-2019

Frá 15. oktober og árið út verður arbeitt á Funningsfjarðavegnum. Koyrið varliga.

 

Trongisvágsvegurin09-09-2019

Í sambandi við tunnilsarbeiði til Hvalbiar verður arbeitt fram við Trongisvágsvegnum, vestan fyri plantasjuna, í tíðarskeiðinum 9. sept. 2019 - 9. sept. 2020.

 

Sandoy30-08-2019

Fram til mánaðarskiftið august-september 2020 verða ferðsluljós nýtt í sambandi við, at koyrt verður við dumpara tvørturum landsvegin í Traðardali.

Húsavíkarvegurin05-06-2019

Fram til oktober 2019 verður Húsavíkarvegurin stongdur um dagin, meðan arbeitt verður. Koyrandi verður eftir vegnum ígjøgnum bygdina.

Visti tú?

Verkætlanir

Úrslit: