Finn vegalongd

Kunngerðir

Marathon í Suðuroy19-09-2019

Vegna marathonrenning í Suðuroy verður Hovstunnilin stongdur leygardagin 21. september millum klokkan 10.00-12.00. Víst verður til vegin um Hovsegg.

Trongisvágsvegurin09-09-2019

Í sambandi við tunnilsarbeiði til Hvalbiar verður arbeitt fram við Trongisvágsvegnum, vestan fyri plantasjuna, í tíðarskeiðinum 9. sept. 2019 - 9. sept. 2020.

 

Selatraðarvegurin03-09-2019

Fram til 1.desember verður arbeitt á Selatraðarvegnum. Koyrið varliga.

 

 

Sandoy30-08-2019

Fram til mánaðarskiftið august-september 2020 verða ferðsluljós nýtt í sambandi við, at koyrt verður við dumpara tvørturum landsvegin í Traðardali.

Skálafjørður26-08-2019

Fram til 31. oktober 2019 verður arbeitt í Skálafirði. Koyrið varliga

 

Sandavágur19-08-2019

Fram til 30. september verður arbeitt við gongubreyt inni á Leiti í Sandavági. Heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi.

Søldafjørður20-06-2019

Fram til 1. oktober 2019 verður arbeitt í Søldarfirði. Koyrið varliga.

Húsavíkarvegurin05-06-2019

Fram til oktober 2019 verður Húsavíkarvegurin stongdur um dagin, meðan arbeitt verður. Koyrandi verður eftir vegnum ígjøgnum bygdina.

Visti tú?

Verkætlanir

Úrslit: