Arbeitt verður á Kaldbaksvegnum nærhendis Kaldbaksbotn 13. og 14 desember.
Vegna arbeiði verður Leirvíkartunnilin stongdur í kvøld, í annaðkvøld og hóskvøldið hesa vikuna kl. 22-06 og aftur sunnukvøldið 15. desember og næstu næturnar frá klokkan 22 til 06 fram til fríggjamorgunin 20. desember. Bilar sleppa ígjøgnum á midnátt, klokkan 02. og 04. Akfør í neyðsynjarørindum sleppa altíð ígjøgnum tunnilin.
Arbeitt verður við Hvalbiartunlinum trongisvágsmegin frá 29. november 2019 til 1. apríl 2020. Koyrið varliga.
Fram til 6. desember verður arbeitt við at umvæla bilverjuna við Sund. Heitt verður á bilførarar um at koyra varliga.
Frá 15. oktober og árið út verður arbeitt á Funningsfjarðavegnum. Koyrið varliga.
Í sambandi við tunnilsarbeiði til Hvalbiar verður arbeitt fram við Trongisvágsvegnum, vestan fyri plantasjuna, í tíðarskeiðinum 9. sept. 2019 - 9. sept. 2020.
Fram til mánaðarskiftið august-september 2020 verða ferðsluljós nýtt í sambandi við, at koyrt verður við dumpara tvørturum landsvegin í Traðardali.
Fram til oktober 2019 verður Húsavíkarvegurin stongdur um dagin, meðan arbeitt verður. Koyrandi verður eftir vegnum ígjøgnum bygdina.