Finn vegalongd

Kunngerðir

Vestmannavegurin16-01-2020

Frá 16.-24. januar verða rumlufoyrur fresaðar í vegmiðjuna á Vestmannavegnum. Heitt verður á bilførarar um at koyra varliga.

Leirvíkartunnilin06-01-2020

Frá í kvøld og fram til mánaðarskiftið februar-mars verður Leirvíkartunnilin stongdur vegna arbeiði mánadag til fríggjdag klokkan 22-06 og sunnukvøld frá midnátt til klokkan 06 mánamorgun. Bilar sleppa ígjøgnum á midnátt, klokkan 02. og 04. Akfør í neyðsynjarørindum sleppa altíð ígjøgnum tunnilin.

 

 

 

Porkerishálsur06-01-2020

Fram til 1 mai verður arbeitt á Porkerishálsi, har vegur skal gerast til nýggja vindmyllulund.

 

Hvalbiartunnilin28-11-2019

Arbeitt verður við Hvalbiartunlinum trongisvágsmegin frá 29. november 2019 til 1. apríl 2020. Koyrið varliga.

 

Trongisvágsvegurin09-09-2019

Í sambandi við tunnilsarbeiði til Hvalbiar verður arbeitt fram við Trongisvágsvegnum, vestan fyri plantasjuna, í tíðarskeiðinum 9. sept. 2019 - 9. sept. 2020.

 

Sandoy30-08-2019

Fram til mánaðarskiftið august-september 2020 verða ferðsluljós nýtt í sambandi við, at koyrt verður við dumpara tvørturum landsvegin í Traðardali.

Visti tú?

Verkætlanir

Úrslit: