19-02-2018
Landsverk talgildar trygdina á størri byggiplássum
TRYGD: Sum nakað lutfalsliga nýtt í Føroyum er Landsverk farið undir eina tilgongd, sum hevur til endamáls at økja um trygdina á byggiplássum við at seta í verk eina talgilda skipan, ið skrásetir fólk, sum fara inn og út av plássinum.

Sum størsti byggiharri í landinum arbeiðir Landsverk áhaldandi fyri at betra um trygdina og alt tað, sum hevur við trygd og arbeiðsumhvørvi at gera. Um ikki galdandi trygdarreglur verða hildnar, og vanligt fyrilit ræður, lúra vandarnir beinanvegin.

Nýggjasta átakið er ein talgild skrásetingarskipan, ið Landsverk hevur ment, og sum skjótt verður sett í gildi í sambandi við útbyggingina av Landssjúkrahúsinum.

Við skipanini skulu øll, sum ferðast inn og út av byggiplássinum, skráseta seg. Um nakað skuldi hent, so er altíð yvirlit yvir, hvussu nógv fólk eru á plássinum, og hvørji hesi eru. Harafturat er atgongd til allar neyðugar kontaktupplýsingar á øllum teimum, sum eru á plássinum.

Umframt at vera ein týðandi liður innan trygd, ber til at fáa hagtalsyvirlit umvegis skipanina. Eitt nú um, hvussu nógv fólk verða nýtt til tær ymsu arbeiðstøkurnar og yvir hvussu langa tíð. Til dømis nær ein arbeiðstøka hevur kravt mest fólk, og nær brúk hevur verið fyri færri fólkum.

Tá Landsverk hevur gjørt sær neyðugu royndirnar á byggiplássinum við Landssjúkrahúsið, verður nýggja skipanin væntandi sett í verk á øllum størri byggiplássum, ið Landsverk varðir av sum byggiharri.

Úrslit: