02-10-2019
Landsverk luttekur í átaki um hámarksferð
FERÐSLUTRYGD: Nýtt átak til frama fyri ferðslutrygdina á føroysku landsvegnunum varð skotið í gongd í vikuni. Tað er Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum saman við Landsverki, Betri Trygging og Trygd hevur tikið stig til átakið undir heitinum ”Halt hámarksferðina, okey?”, ið við filmi og øðrvísi vegaskeltum skal minna bilførarar á at halda hámarksferðina á landsvegunum.

Seinastu nógvu árini hevur verið arbeitt miðvíst við at bøta um trygdina hjá teimum ferðandi á landsvegunum, bæði við at minka um vandan fyri óhappum og minka um avleiðingarnar av teimum. Aðalmálið við ferðslutrygdararbeiðinum er nullhugsjónin, ”at eingin skal doyggja ella koma álvarsliga til skaða í ferðsluni”. Hetta hevur eisini givið góð úrslit, men talan er samstundis um eitt arbeiði, ið áhaldandi má vera høgt raðfest fyri at fyribyrgja, at talið á ferðsluóhappum aftur fer at hækka.

- Á Landsverki fegnast vit um at vera við í hesum átaki hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Okkara uppgáva í hesum sambandi er at mála vegaskeltir fyri mest loyvdu ferð, sum er 80 km/t, niður á sjálvan vegin. Vit eru rættiliga spent at síggja, hvussu tiltakið fer at hepnast, sigur Gunn Møller, sivilverkfrøðingur á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki. 

Í sambandi við átakið “Halt hámarksferðina, okey?” hevur Landsverk valt 6 støð kring landið, har vegaskeltir við hámarksferðini “80” verða málaði niður á landsvegin. Støðini eru vald eftir, hvar bilar vanliga koyra ov skjótt, og har títtleikin av óhappum er lutfalsliga stórur. Við Áir koyra til dømis 66 prosent av øllum bilunum 80 km/t og skjótari. Á hesum sama vegateini, sum bert er eitt dømi, henda eisini fleiri ferðsluóhapp.

- Tá vit siga ov høg ferð, merkir tað ikki altíð at koyrt verður nógv skjótari enn hámarksferðin loyvir. Kanningar í Danmark vísa, at 62 prosent  av deyðsvanlukkunum har ferðin var ein avgerandi orsøk, koyrdu bilarnir bara eitt vet skjótari enn mest loyvdu ferð, sigur Gunn Møller.

Í okkara grannalondum er ov høg ferð úti á landsvegunum sostatt eisini ein stórur trupulleiki, sum arbeitt verður við at fáa bilbugt við. Í Noregi hava tey seinastu árini arbeitt miðvíst við at fáa bilførarar at seta ferðina niður, og hetta hevur eydnast sera væl. Miðalferðin á 80 km/t vegi er lækkað úr 79,3 km/t til 75,9 km/t yvir 14 ár, og tað eru serliga tey, ið hava koyrt alt ov skjótt, sum hava lætt um trýstið á speedaran. Í Føroyum er miðalferðin 81,8.

Fer hetta átakið um at halda hámarksferðina at broyta nakað, og fer nýggja slagið av vegaskeltum at roynast væl, er tað ikki óhugsandi, at slík vegaskeltir framyvir verða ein vanlig sjón á landsvegunum.

Úrslit: