Keyp av pelamaskinu

ÚTBOÐ: Landsverk ynskir at keypa eina pelamaskinu í 4 tons klassanum til at seta pelar niður við til vegastokk. Maskinan skal virka í øllum landsvegahaldinum hjá Landsverki. Landsverk heitir hervið á tykkara fyritøku um at geva tilboð upp á at gera omanfyristandandi uppgávu. Útboðið verður framt sum eitt alment útboð sambært rundskrivi um keyp av vørum og tænastum nr. 9003 frá 1. juli 2019.

Útboðstilfar

Útboðstilfarið er samansett av:

- Hesum útboðsbrævi
- Fylgiskjali A - Tilboðslisti dagfestur tann                    [00.00.2019]
- Fylgiskjali B - Treytir pelamaskina 4t dagfest tann [00.00.2019]
- Trú- og heiður váttan um falna skuld til tað almenna (Frymil hjá Landsverki)

Útboðstilfarið er atkomuligt umvegis talgilda samskiftispallin hjá Ordragevara á: https://www.ibinder.com/External/EnquiryLink.aspx?id=mkjgcrdogt 

Tað er gjørligt hjá brúkarum av iBinder at tilluta loyvi til at síggja útboðið gjøgnum iBinder. Vegleiðing er eisini at finna á www.iBinder.com

Spurningar og support til samskiftispallin iBinder kunnu stílast til:

Helga Johannesen
Tel. 290 873
T-post: hejo@lv.fo

Tilboð
Tilboð skulu latast inn talgilt gjøgnum samskiftispallin iBinder hjá Ordragevara. Innlating av tilboðum fer fram við at senda samlað tilboð til skiljiblað "Tilboð" inni í samskiftispallinum iBinder.

Vísast skal til vegleiðingina á heimasíðuni hjá iBinder https://www.ibinder.com/pub/dk/filmklip.aspx undir “Digitalt udbud”. Tilboð skulu latast inn í síni heild í seinasta lagi: 30 oktober 2019 klokkan 12.00. Tilboð, sum koma inn eftir hesa freist verða ikki tikin við til metingar

Tilboð verða latin upp í iBinder 30. oktober 2019 klokkan 12.30, og tilboðsprísir og fyrivarni verða kunngjørd á iBinder beint eftir lisitatiónina, eina sokallað talgilda lisitatión.

Spurningar
Spurningar skulu setast á føroyskum og í iBinder undir skiljiblaði "Spurningar og svar". Spurningar skulu setast í seinasta lagi 23. september klokkan 12.00. Spurningar verða svaraðir skrivliga og dulnevndir. Svar verða atkomulig fyri allar tilboðsgevarar á iBinder í seinasta lagi 23. september klokkan 17.00.

Freist: 30-10-2019 KL 12:00
Úrslit: