18-12-2017
Hitt okkum á Jobmatch
Eins og Jobmatch hevur til endamáls at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroysk arbeiðspláss og útisetar umframt lesandi føroyingar, er endamálið hjá Landsverki at koma í samband við lesandi og onnur á starvsstevnuni, og soleiðis nýta høvi til at bjóða okkum fram sum arbeiðspláss.

JOBMATCH: Millum jól og nýggjárs verður starvsstevnan Jobmatch aftur á skránni. Tiltakið verður hósdagin 28. desember klokkan 13.00-19.00 í Norðurlandahúsinum. Landsverk luttekur við bási nr. 42 í Skálanum.

Endamálið við Jobmatch er at skapa eitt 'match' millum føroysk arbeiðspláss og føroysk lesandi úti og heima, soleiðis at føroyska vinnan og stovnar fáa ágóðan av tí vitan, sum føroysk ung hava nomið sær á lærustovni. Samstundis er Jobmatch eitt átak at fáa útisetar okkara heim aftur at liva og virka, og á henda hátt skapa fólka- og búskaparvøkstur.

Skriva uppgávu um okkum
Landsverk hevur seinnu árini tikið fleiri lærlingar og eisini praktikantar inn á stovnin. Á henda hátt verður roynt at skapa karmar fyri teimum lesandi, ið sleppa at royna seg á einum arbeiðsplássi undir lestrartíðini. Eisini ígjøgnum okkara sonevndu summarfuglaskipan hava tey lesandi møguleika fyri at søkja sær arbeiði á Landsverki í summarfrítíðini.

Í ár bjóða vit lesandi at skriva uppgávu um okkum. Við okkum á Jobmatch hava vit fleiri ítøkilig dømir um áhugaverd evni, sum lesandi kundu havt áhuga í at skriva uppgávu um. 

Kom í Norðurlandahúsið tann 28. desember, og hoyr nógv meira um hesi evnir og møguleikar og um okkara fjøltáttaða og spennandi arbeiðspláss. Vit vóna at fáa nógva vitjan á okkara bási nr. 42 inni í Skálanum.

Úrslit: