Heim í Havn til børn og ung við autismu

ÚTBOÐ: Landsverk og Almannamálaráðið bjóða við hesum fyritøkum at geva tilboð upp á arbeiði at byggja eitt nýtt "Heim í Havn til børn og ung við autismu". Byggiøkið er í Kvíggjartúni, matrikul nummar 56a á Argjum.

Heimið, sum er ætlað børnum og ungum við autismu, er í 4 eindum. Búeindin, sum inniheldur íbúðir, fevnir um felagsøki til 6 borgarar.Síðan er ein umlættingareind við 6 kømurum, umframt felagsøkjum til umlætting. Virkniseindin verður eitt dagtilboð til áleið 15 børn og ung, og so ein starvsfólkaeind við hentleikum til starvsfólkini. Heimið hevur heintleikar so sum venjingarrúm, sansarúm, verkstað, vátnavirksemið, teldurúm, ítrívsrúm, fleiri uppihaldsrúm og uttandura spælipláss.

Bruttovíddin á bygninginum er 1.192 fermetrar, og samlaða grundøki er 7.600 fermetrar.

Útboðstilfar

Útboðstilfarið er samansett av:

- Hesum útboðsbrævi
- Byggimálsfrágreiðing
- Arbeiðslýsingum
- Tekningum
- Tilboðslista
- Høvuðstíðarætlan
- Arbeiðstøkusáttmála við fylgiskjølum
- Trú- og heiðurváttan um falna skuld til tað almenna (Frymil hjá Landsverki)

Útboðstilfarið er atkomuligt umvegis talgilda samskiftispallin hjá Ordragevara á:

https://www.ibinder.com/External/EnquiryLink.aspx?id=krylnmecgk

Tað ber til hjá brúkarum av iBinder at tilluta loyvi til at síggja útboð í iBinder.

Vegleiðing er eisini at finna á www.iBinder.com.

Spurningar og support til samskiftispallin iBinder kunnu stílast til:

Helga Johannesen
Tel. 290 873
T-post: hejo@lv.fo

Tilboð
Tilboð skulu latast inn talgilt í iBinder. Innlating av tilboðum fer fram við at senda samlað tilboð til skiljiblað "Tilboð" inni í iBinder. Víst verður til vegleiðingina hjá iBinder: https://www.ibinder.com/pub/dk/filmklip.aspx undir "Digitalt udbud". Tilboð skulu latast inn í síni heild í seinasta lagi: 6. februar 2020 klokkan 14.00.

Tilboð, sum koma inn eftir hesa freist, verða ikki tikin við til metingar. Tilboð verða latin upp í kantinuni á Landsverki klokkan 14.00, og tilboðsprísir og fyrivarni verða kunngjørd á iBinder beint eftir lisitatiónina.

Sýn á staðnum
Sýn á staðnum verður hildið 16. januar 2020 klokkan 13.00. Fundarstaður er Kvíggjartún, Argir. Av praktiskum ávum verða tit biðin um at boða frá luttøku til sýn á staðnum í seinasta lagi mánadagin 15. januar 2020, og upplýsa hvussu nógv møta (tó ikki fleiri enn 2 umboð fyri hvønn tilboðsgevara). Fráboðanin fer fram við at senda teldupost til chdj@lv.fo

Spurningar verða ikki svaraðir, meðan sýn fer fram á staðnum, men felags spyrjifundur verður hildin á staðnum beint eftir sýnið. Frásøgn frá spyrjifundinum verður løgd út á iBinder skjótast gjørligt. Eftir viðgerð av spurningum verða rættingarbløð gjørd, um tað verður neyðugt.

Spurningar
Spurningar skulu setast á føroyskum og í iBinder undir skiljiblaði "Spurningar og svar". Spurningar skulu setast í seinasta lagi 23. januar 2020. Spurningar verða svaraðir skrivliga og dulnevndir. Svar verða atkomulig fyri allar tilboðsgevarar i iBinder í seinasta lagi mánadagin 24. januar 2020.

Freist: 06-02-2020 KL 14:00
Úrslit: