01-12-2017
Gummihjólslessari til sølu
SØLA: Landsverk lýsir hervið til sølu ein gummihjólslessara av slagnum Catepillar 988G frá 2004, sum hevur koyrt 13.252 tímar.

Gummihjólslessarin verður seldur í tí standi, hann er í, og kann síggjast í Grótbrotinum á Hústoft í Eysturoy.

Minsti prísur er 440.000 krónur íroknað mvg.

Áhugaði kunnu venda sær til Allan Magnussen, tlf. 290725. Tilboð skulu sendast til hepo@lv.fo ella í brævbjálva, merktur “Útgerð til sølu”, og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 5. desember klokkan 13.00.

Úrslit: