11-05-2019
Góð ráð í sambandi við valplakatir
VEGLEIÐING: Í ár skulu føroyingar á val tvær ferðir. Veljast skulu nevniliga umboð til bæði Fólkating og Løgting.

Í vikuni skrivaði danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, út Fólkatingsval at vera mikudagin 5. juni 2019.

Valfepurin er longu byrjaður og politisku flokkarnir brynja seg til valstríðið.

Valstríð og valplakatir hanga nátúrliga saman og næstu tíðina verða væntandi hópin av andlitsmyndum at síggja á alskyns støðum í almenna rúminum, við áheitan um at velja júst seg.

Við øllum góðynskjum um eitt gott val til tín, sum bjóðar teg fram á politiska vígvøllinum, koma her nøkur góð ferðsluráð um trygga staðseting av valplakatum:

  • Valplakatirnar mugu ikki vera til ampa fyri ferðsluna, órógva útsýnisviðurskiftini á vegnum, ella fjala ferðsluskelti.
     
  • Valplakatir eiga ikki at verða settar í rundkoyringum og ferðsluoyggjum.
     
  • Heingið ikki valplakatir á steyrar við ferðsluskeltum, ella aðrari góðkendari ferðslumerking.
     
  • Valplakatir kunnu heingjast á lyktasteyrar, ella annan útbúnað, sum er gjørdur til endamálið.
     
  • Heingið valplakatirnar minst 2,3 m yvir gongu- ella súkklubreyt og minst 0,5m frá vegjaðara.
     
  • Festið plakatirnar forsvarliga á vegurdyggar plátur og á ein slíkan hátt, at tær ikki gera skaða á lyktasteyrar, garðar o.a.
     

 

Tórshavn, 10. mai 2019

Ráðið fyri Ferðslutrygd
Kommunufelagið
Landsverk         
Føroya Politi

Tak niður vegleiðingina á okkara heimasíð her

Atgongd til vegleiðingina í fullum líki fæst í Fjølmiðlarúminum undir útgávum her

Úrslit: