30-09-2019
Fýra fyritøkur vilja umvæla Eirargarð
LISITATIÓNSÚRSLIT: Landsverk heitti herfyri á fyritøkur um at geva tilboð upp á umbygging og dagføring av Eirargarði 14 a. Fýra fyritøkur hava nú bjóðað seg fram og latið inn tilboð.

Eirargarður 14 a skal umvælast og dagførast. Uppgávurnar fevna millum annað um umbygging av køki, vesum, uppseting av ventilatión og dagføring av ljós- og gólvbúnaði. Hetta eru bert nakrar av uppgávunum. Freistin at lata inn tilboð var úti hósdagin í farnu viku, og hesi tilboðini komu inn:

Tilboðsgevar              Tilboð                            

Búsetur SP/F              Kr. 4.172.398 u/MVG     

JEP Smíð SP/F           Kr. 3.333.428 u/MVG     

Eysturlon SP/F           Kr. 3.907.251 u/MVG     

J&K Petersen P/F      Kr. 5.572.786 u/MVG   

Landsverk fer nú at gjøgnumganga innkomnu tilboðini, og niðurstøða um vinnandi tilboð verður fráboðað skjótast gjørligt.

Úrslit: