22-05-2017
Framleiðsludeildin á Landsverki nýggjan leiðara
STARV: Landsverk hevur sett 48 ára gamla Heðin Poulsen í starv sum leiðara á Framleiðsludeildini hjá stovninum.

Herfyri søkti Landsverk eftir leiðara til Framleiðsludeildina. Starvið er nú sett, og frá 1. juni verður tað Heðin Poulsen, sum fer at leiða Framleiðsludeildina.

Heðin Poulsen, sum býr í Vatnsoyrum, var sølu- og fyrisitingarleiðari á H-DYGD í nítiárunum, og gjørdist síðani stjóri har fram til 2007. Hann hevur eisini starvast sum vinnuráðgevi hjá Eik og sum stjóri á JT Electric. Seinastu árini hevur hann starvast við leiðsluráðgeving og undirvísing. Heðin Poulsen hevur MBA-prógv frá Henley, og umframt tað tikið tvær merkonomlinjur.

Høvuðsuppgávan hjá Framleiðsludeildini er at framleiða og selja skotið og knúst grót, skildan og óskildan skerv og asfaltblandingar til kommunur, virkir og einstaklingar. Eisini stendur Framleiðsludeildin fyri eitt nú jarðfrøðiligum forkanningum í sambandi við til dømis tunnilsgerðir, vatnorkuútbyggingar og annað.

Úrslit: