Fjálgalon

Útboðstilfar

Við hesum verður prosjektering og útinnan av forvirkaðum bygningi í sambandi við stovnin Fjálgalon boðið út alment sum heildararbeiðstøka. Útboðið snýr seg um at finna ein veitara av forvirkaðum bygningi til Fjálgalon, har Landsverk ger økið byggiklárt. Bygningurin skal nýtast sum heim hjá borgarum við sálarsjúku.

Útboðstilfar
Útboðstilfarið er atkomuligt umvegis talgilda samskiftispallin hjá Ordragevara á https://www.ibinder.com/External/EnquiryLink.aspx?id=koooutfzsx. Tað ber til hjá brúkarum av iBinder at tilluta loyvi til at síggja útboð umvegis iBinder. Vegleiðingin er eisini at finna á www.iBinder.com.

Spurningar
Spurningar og vegleiðing til samskiftispallin iBinder kunnu vendast til: Helga Johannesen tel. 290 873, ella teldupost hejo@lv.fo
Seinasta freist at seta okkum spurningar er 6. februar 2018.

Tilboð
Tilboð skulu latast Landsverki 13. februar 2018 klokkan 14.00

Samband
Okkara kontaktpersónur er Jón Olafsson Sólsker, tel. 290883, teldupost joso@lv.fo

 

 

Freist: 13-02-2018 KL 00:00
Úrslit: