28-09-2017
Dyrnar latnar upp á Glasi
ARKITEKTURUR: Altjóða arkitekturdagurin stendur fyri durum, og komandi vikuskifti verður skipað fyri ymiskum áhugaverdum tiltøkum runt um í høvuðsstaðnum. Landsverk letur í hesum sambandi dyrnar upp á Glasi, og bjóðar øllum áhugaðum innar í nógv umrødda bygningin og komandi miðnámsskúlan við Marknagil.

Tann 1. oktober verður altjóða arkitekturdagur, ið er eitt afturvendandi tiltak, sum UIA – altjóða felagsskapurin fyri arkitektar – skipaði fyri á fyrsta sinni í 1985. Dagurin hevur síðani verið hildin á hvørjum ári um allan heim. Í Føroyum hevur dagurin eisini verið markeraður seinastu árini við ymiskum áhugaverdum tiltøkum.

Nógv áhugavert á skránni
Komandi vikuskifti verða nógv tiltøk á skránni, sum øll venda sær til fólk við áhuga fyri byggilist, bygging í Føroyum og bústaðarmøguleikum og -politikki. Millum annað verður ein framsýning við verkætlanum hjá Bústøðum á Torginum í SMS fríggjadagin og leygardagin, har tú kanst vitja í eini íbúð. Rundsýning verður í Finsen leygardagin kl. 14.00, og temafundur við ymiskum framløgum verður í Müllers Pakkhúsi leygardagin frá klokkan 15.00.

Glasir innanífrá
Íkastið hjá Landsverki til arkitekturdagarnar hesaferð verður at bjóða almenninginum inn á Glasir at síggja og uppliva Føroya størstu byggiverkætlan, sum nú av álvara fær skap innan eisini.

-    Tað er heilt serligt at standa inni í hesum stóra, sermerkta og stásiliga bygningi, og nú vilja vit geva øllum áhugaðum møguleikan at sleppa inn at síggja og uppliva bygningin, sigur Arne Debess Madsen, leiðari á Byggideildini á Landsverki

Opið hús verður á Glasi úti við Marknagil komandi sunnudag 1. oktober klokkan 15.00-17.00. Møtt verður við høvuðsinnkoyringina til byggiplássið frá Marknagilsvegnum, har fólk taka ímóti og vísa vegin inn í bygningin.

Øll eru vælkomin.       

Úrslit: