Verkætlanin hevur havt til endamáls at útvega karmar til børn og ung, sum av ymsum orsøkum hava tørv á ymsum stuðulstilboðum í dagligdegnum. Bygningurin skal kunna hýsa børnum og ungum við ymiskum tørvi, og karmarnir skulu nýtast til fleiri endamál í mun til framtíðar tørv. Dentur er lagdur á smidleika, sum skiftandi tænir børnum og ungum í mun til ávísa endamálið. Nú bygningurin er liðugur hýsir hann eini umlættingareind, eini virkniseind, felags- og starvsfólkaøki, eins og einum uttanhýsisøki.

Støðan

desember 2013

Byggiskrá var liðug og undirskriva.

mai 2014

Prosjekteringin byrjaði

juni 2015

Byggingin byrjaði

september 2016

Arbeiðstakarin handaði Landsverki sum byggiharra bygningin

november 2016

Almannaverkið tók bygningin í brúk

Fakta

Arbeiðsánari: Almannamálaráðið

Byggiharri: Landsverk

Ráðgevi: Kontrast

Undirráðgevi: SMJ og LBF

Høvuðsarbeiðstakari: Sp/f Valbjørn Dalsgarð

Undirarbeiðstakarar:

Jørðarbeiði: Tórhallur Hansen

HVS: Rólant Vidtfelt

El: EL.FO Málaraarbeiði: Niels Sørensen

Innbúgv: Blika

Kostnaðarætlan: 14,4 mió. kr.

Økið við  Virknis- og Umlættingardeplinum er 2.646 fermetrar til støddar, og sjálvur bygningurin er 481 fermetrar til støddar. Pláss er fyri átta umlættingarplássum, eins og depilin hýsir heimabúgvandi børnum úr nærumhvørvinum til virknistilboð eftir skúlatíð. Bygningurin er soleiðis háttaður, at møguleiki er fyri at broyta fýra umlættingarpláss til tvær búeindir, um tørvur seinni verður á hesum. Depilin hevur átta kømur, harav seks við egnum baðirúmi, og kømrini eru knýtta at tveimum felags økjum.

 

factimg
Úrslit: