Endamálið við verkætlanini var at tryggja eina hóskandi farleið til Viðareiðis. Á gomlu farleiðini eru trupulleikar við grót- og skriðulopum, umframt at stórur partur av vegnum er einbreytaður. Neyðugt var tí at dagføra og tryggja farleiðina til bygdina. Nýggja farleiðin fevndi um eina tunnilsloysn við einum 1.895 metra longum tunli úr Hvannasundi til Middals. Í Hvannasundi er gjørdur tilkoyringarvegur til tunnilsmunnan gjørdur, eins og nýggjur vegur er gjørdur úr Middali til Viðareiðis. Samlaða nýggja vegalongdin er umleið fýra kilometrar.

Støðan

september 2016

Tunnilin og tilkoyringarvegir vórðu avhendaðir av høvuðsarbeiðstakara til byggiharran/Landsverk 26. august. Farleiðin varð liðugt asfalterað stutt áðrenn, at hon lat upp fyri almennari ferðslu 2. september. Hendan dagin varð eisini hátíðarhald hildið við tunnilsmunnan hvannasundsmegin og á Hotel Norð á Viðareiði. El-arbeiðstøkan er ikki heilt liðug, men væntast liðugt, áðrenn mánaðin er úti.

juli 2016

Í løtuni verður tunnilsmunnin viðareiðismegin gjørdur liðugur, og seinastu vegateinar liðugt uppbygdir. Vegamótið hvannasundsmegin er liðugt, og somuleiðis er Dalavegurin liðugur. Eftir er at asfaltera vegin, og hetta arbeiðið fer í gongd 19. juli. Hetta merkir, at allur vegateinurin, íroknað tunnil, er liðugt asfalteraður. Striking, skelting og skráar fram við vegnum eru eftir at gera, og verða gjørd í august. Nýggja viðareiðisleiðin verður tikin í nýtslu 2. september, tá eisini alment hátíðarhald verður.

apríl 2016

Arbeiðið við at drena og leggja háspenning er liðugt, og somuleiðis við at grava grøv og leggja trekkirør, eins og at planera koyrbreytir. Riva er einastaðni í sproytibetonginum í loftinum, men boltanir hava ikki flutt seg, og økið er heilt turt. Talan er um umleið átta fermetrar, har loftið verður brekkað, reinsað og boltað av nýggjum. Viðvíkjandi betongportalinum hvannsundsmegin eru veggirnir móti beninum liðugt stoyptir, og hin veggurin nærum liðugur. Síðani verður farið undir at gera hválvið. Viðareiðismegin er farið undar at gera veggfundamentini. Tá ræður um tilkoyringarveg verður arbeitt við at gera rennu og skráningar liðug.

mars 2016

Portalur verður í løtuni gjørdur hvannasundsmegin, eins og elkaðal verður lagdur ígjøgnum tunnilin heilt til Viðareiðis. Í næstum verður farið undir at gera veitir fram við tilkoyringarvegunum. Somuleiðis verður farið undir elarbeiðið, sum El-Service vann entreprisuna uppá. Tunnilin verður væntandi liðugur og klárur at koyra ígjøgnum í summar.

februar 2016

Nú er nærum liðugt at eykaspreingja í tunli og við munnan inni í Dølum. Grøv til dren og háspenningskaðal eru umleið 80 prosents liðug. Fundament er stoypt til portalin hvannasundsmegin. Umleið 70 prosent er gjørt av kápilgrøv til SEV og Føroya Tele.

februar 2016

Í støðum er neyðugt at brekka og ella spreingja kneysar burtur  bæði fyri grøv og vegi. Í sambandi við portalin hvannasundsmegin verða fundamentir stoypt fyrsta dagin. Vegagerðin hvannasundsmegin er komin væl áleiðis. Viðareiðismegin er umleið 60 prosent av kaðalgrøvini gjørd.

januar 2016

Tað verður gjørt klárt til bygging av betongportali hvannasundsmegin. Inni í Dølum er arbeiðssikringin liðug. Somuleiðis er írestandi útgravingin um at vera liðug. Ì sambandi við vegagerðina, er ein kaðalgrøv til SEV og FT í gerð. Grótuppfylling til veg við Skúvadalsleitið er nærum liðug eisini. Planeringsarbeiðið av vegi verður gjørt, og 90 prosent av drenlagnum er fingið frá hondini. Harafturat er umleið 75 prosent av elarbeiðinum gjørt. Graviarbeiðið fyri vegi uttan fyri tunnilsmunnan Hvannasundsmena er eisini í gongd.

november 2015

Grótuppfyllingin av vegnum er nærum liðug. Eisini breiðking av gamla Dalavegnum. Arbeiðið at gera leiðingsgrøv til SEV og FT-net er í gongd. Í næstum fer vegagerðin í tunlinum í gongd.

september 2015

Arbeitt hevur verið við at varandi tunnilin við millum annað at sproyta betong allan vegin runt á tunnilssíðurnar og -loftið. Í næstum verur farid undir at arbeidstryggja tunnilsmunnarnar, ádrenn portalarnir verda gjørdir. Arbeiðstakararnir eru somuleiðis í gongd við at byggja vegin upp frá tunnilsmunnanum viðareidismegin til bygdina á Vidareidi, eins og skráningar verda gjørdir.

juni 2015

Arbeiðið við Viðareiðistunlinum gongur bæði skjótt og væl. Boraðir eru 1.610 metrar av tunlinum, ið svarar til 85,4%. Sostatt íresta bert 275 metrar. Harafturat er komið væl áleiðis við tilkoyringarvegnum til Middals, har tunnilsmunnin viðareiðismegin verður. Tað er framvegis nógv sproyting og bolting, og teir eru farnir undir at bora og spreingja fyri tunnilsmunnanum Inni í Dølum, viðareiðismegin. Roknað verður við, at tunnilin verður sprongdur ígjøgnum í juli í ár.

Inni í Dølum verður arbeitt við avgrevstri og burturkoyring av tilfari við tunnilsmunnan í sambandi við, at tunnilsmunnin verður gjørdur klárur til, at tunnilin verður skotin ígjøgnum.

mai 2015

Vegagerðin inni í Dølum: Mánadagin 4. mai varð komið inn á botn við avgrevstri inni í Dølum. Nú er komið 1.161m inn við tunlinum svarandi til 61,3%.

apríl 2015

Tunnilin er nú komin 1018 metrar inn. Samlaða tunnilslongdin er 1939 metrar við betongportalum.

Vegagerð: Avgrevstur og grótfylla.

mars 2015

Vegagerðin viðareiðismegin gongur sum ætlað. Arbeiðast kann á fleiri frontum. Gjørt verður klárt til brúgv yvir Tvørdalsá. Nú er komið 788 metrar inn frá byrjan av tunlinum svarandi til 40,6%.

desember 2014

Mánadagin tann 1. desember 2014 varð fyrsta skotið latið av fyri Viðareiðistunlinum. Hetta hendi hvannasundsmegin tætt við smiðjuna hjá Landsverki í Hvannasundi. Um tvey tíðina vóru røður hildnar á staðnum, áðrenn landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, trýsti á knøttin, og fyrsta skotið fyri tunlinum rungaði um alt Hvannasund. Nógv fólk vóru komin saman at hátíðarhalda hesa hending. Aftaná bjóðaði Landsverk ein kaffimunn inni í smiðjuni hjá Landsverki í Hvannasundi.

november 2014

Nú verður gjørt klárt til at spreingja tunnilin og at planera arbeiðsøkið uttan fyri tunnilin.Á Viðareiði verður hildið áfram við at breiðka verandi veg.

Sprongt er fyri vegagerðini fram til har, sum tunnilin skal byrja. Tilfarið úr tunlinum verður brúkt til tilkoyringarvegirnar, og møguligt avlop verður lagt í grótbrotið hjá Landsverki í Norðdepli til seinni nýtslu. Væntandi verður byrjað at bora í seinnu helvt av november.

oktober 2014

Arbeiðið er tikið upp aftur hvannasundsmegin. Tunnilsmunnin, sum er breiðkaður ein metur, er fluttur 30 metrar nærri Hvanansundi, og vegurin lækkaður nakað. Ætlanin er at byrja upp á tunnilin í november 2014.

september 2014

Arbeiðið er farið í gongd aftur. Teir grava av og gera klárt til at bora og spreingja fyri vegi fram til tunnilsmunnan.  

september 2014

Av trygdarávum er arbeiðið fyribils steðgað. Orsøkin er, at tað er nakað nógv av morenu, t.e. av leysum eyri, í skráninginum, har teir arbeiða. Vandi kann í ringasta føri vera fyri, at grót ríður oman.

Í arbeiðinum við vegagerðini er komið fram á meiri av eyri, enn væntað. Serkøn innan økið kanna nú trupulleikan.

september 2014

Avgrevstur fer fram í Hvannasundi og koyrt verður til grótbrotið í Norðepli.Fyrsta skotið var hósdagin 28. august. Grótið verður koyrt til havnabygging í Hvannasundi. Grótið úr tunlinum skal annars koyrast til grótbrotið beint norðan fyri arbeiðsplássið í Hvannasundi, har ætlanin er at sortera og knúsa, áðrenn koyrt verður í vegin. Ognartøkur eru allar komnar upp á pláss.

august 2014

Arbeiðið er ikki byrjað aftur enn eftir summarfrítíðina,men fundur verður í viku 34 um støðuna, har LNS luttekur.

juli 2014

Spakin varð settur í mánadagin 23. juni 2014. Avgrevstur fer fram í løtuni. Byggipláss, arbeiðsskúrar og p-pláss til materiel verður riggað til. Nýggjar maskinur og lastbilar komnar á plássið.  

juni 2014

Sjálvt tunnilsarbeiðið byrjar umleið 1. sept. í ár. Sáttmálin varð undirskrivaður við Articon og LNS tann 19. februar í ár. Í hesum sambandi var hátíðarhald á Viðareiði. Lisitatión var á Landsverki hósdagin 19. september 2013. Inn komu fýra tilboð. Av hesum hevði fyritøkan Articon lægsta boðið, sum var áljóðandi 174,9 mió. kr. Hini tilboðini, sum lógu hægri, vóru frá íslendska Ístak, MT Højgaard Føroyar og J&K Petersen. Samtakið Articon fekk arbeiðið, og síðani tá eru sparingar gjørdar, soleiðis at verkætlanin lýkur fíggjarkarmin í verklagslógini á 162 mió. krónur. Sjálvt arbeiðið byrjar fyrst í juni. Nýggja farleiðin verður tikin í nýtslu í 1. ársfjórðingi í 2017.

Fakta

Arbeiðsánari: Fíggjarmálaráðið

Byggiharri: Landsverk

Byggiharraráðgevi: LBF

Tekniskur ráðgevi: LBF

Fakeftirlit tunnil: Spenn

Fakeftirlit vegir:  LBF

Arbeiðstakari: Samtakið Articon / LNS

Tíðarætlan: Tunnilin varð tikin í nýtslu í september 2017  

Samlaður fíggjarkarmur: 162 mió. kr.

factimg
Úrslit: