Lýsing

Sethúsini í Tinganesi, sum standa suður og norð móti Eystaru Vág, eru í ringum standi og verða tí umvæld. Ætlanin er at nýinnrætta bæði loftshædd, miðhædd og kjallarahædd til umsitingarligt endamál. 

Støðan

mars 2018

Tað er nú liðugt at høvuðsumvæl og nýinnrætta Sethúsini í Tinganesi, sum eru í trimum hæddum, har Fiskimálaráðið væntandi flytir inn í næstum. Nú verður farið undir innrætta kjallaran í Leiguíbúðini, har tað er pláss fyri tveimum skrivstovuhølum og einum fundarhøli, sum Fíggjarmálaráðið skal hava afturat sínum hølum. Nú eru umleið 200 fleiri fermetrar innrættaðir í Tinganesi, síðani farið varð undir at umvæla og nýinnrætta bygningarnar harúti. 

oktober 2017

Løgtingið játtaði í oktober 2,3 mió. krónur til liðugtgerð av Sethúsunum, innrætting av kjallaranum í Leigubúðini og móttøku í Bakkapakkhúsunum. Timburarbeiðið í Sethúsunum er um at vera liðugt, og málaraarbeiðið er sett í gongd. Í næstum verður farið undir arbeiðið í Leiðubúðini og Bakkapakkhúsunum. Fornfrøðiligar kanningar av Stokkastovuni verða gjørdar í ár.

 

juni 2017

Niðurtøka innan er gjørd og uppbygging er byrjað. Arbeiðið við loftshæddini er liðugt, og málaraarbeiðið er farið í gongd. Í miðhæddin er farið undir timburarbeiðið. Kjallarahæddin verður bert gjørd, um peningur verður játtaður.  

Fakta

Arbeiðsánari: Løgmansskrivstovan

Byggiharri: Landsverk.

Tekniskur ráðgevi: Kontrast

Tíðarætlan: Eftir ætlan verður Sethúsið liðugt umvælt í desember 2017.

Kostnaðarætlan: 1,8 mió. kr.

factimg
Úrslit: