Endamálið við verkætlanini er at dagføra Sumbiartunnilin við trygdarútbúnaði og fáa fartelefonsamband í tunnilin. Tunnilin eigur við tíðini at hava áleið sama trygdarútbúnað, sum nýggi Viðareiðistunnilin hevur, tí hann hevur líknandi ferðslu. Hendan íløgan er ov stór at gera á trygdartiltøkum í einum, men má býtast sundur yvir fleiri ár ella hava serstaka játtan. Ætlanin er tí at byrja við at seta grundleggjandi trygdarútbúnað upp og at fyrireika at fáa fullan trygdarútbúnað í tunnlin. Til dømis fáa ljós undir loftið á tunlinum. Trygdarútbúnaðurin í tunlum ger ferðsluna tryggari bæði undir vanligum umstøðum og í sambandi við ferðsluóhapp ella eld. Repeatarar, sum gera tað møguligt hjá sløkkiliðunum at nýta samskiftisútgerð í tunlinum, eru partur av trygdarútbúnaðinum. Somuleiðis verða gøtuljós sett við tunnilsmunnarnar.

Støðan

juni 2017

Játtanin er 1,0 mió. krónur í ár. Ætlanin er at fáa fartelefonsamband í tunnilin,  umframt at fyrireika at seta annan trygdarútbúnað upp.

Fakta

Bygningsánari: Samferðslumálaráðið

Byggiharri: Landsverk

Høvuðsráðgevi: Ikki avgjørt

Arbeiðstakarar: Ikki avgjørt

Tíðarætlan: Ikki avgjørt

Kostnaðarætlan: Mett út frá kostnaðinum í Viðareiðistunlinum, er kostnaðurin áleið 10-12 mió. krónur. Játtanin er 1,0 mió. krónur í 2017, og er partur av játtanini til trygdartiltøk. Verkætlanin má gerast yvir fleiri ár, um ikki serstøk játtan fæst til endamálið.

factimg
Úrslit: