Lýsing

Tekniski Skúlin í Tórshavn, Føroya Handilsskúli og Føroya Studentaskúli hava leingi havt trongar og ótíðarhóskandi hølisumstøður. Í fleiri ár hevur verið neyðugt at avvísa skikkaðar umsøkjarar orsakað av trongu umstøðunum. Tey seinnu árini hevur verið arbeitt við fleiri ymiskum uppskotum til at bøta um viðurskiftini hjá skúlunum. 26. mai 2008 varð samtykt at byggja skúladepil til hesar tríggjar skúlarnar. Depilin verður bygdur við Marknagil í Havn.

Skúladepilin verður umleið 19.500 fermetrar til støddar og fer at hýsa 1.500 næmingum. Hóast depilin verður skipaður í trimum sjálvstøðugt arbeiðandi eindum (studentaskúli, handilsskúli og tekniskur skúli) verður talan um ein og sama skúla við felags leiðslu og nógvum felags hentleikum. Byggingin verður formað soleiðis, at undirvísingin kann skipast kreativt, nýhugsandi, eins og hon skal vera fakliga og námsfrøðiliga slóðbrótandi. Til tess at lúka framtíðarinnar ókendu krøv til undirvísing, verður byggingin myndað við smidligum loysnum og fjøltáttaðum rúmleika, eins og partar av skúlanum vera opnir fyri næmingum alt samdøgrið.

Glasir, september 2017

mynd

Fakta

Arbeiðsánari: Mentamálaráðið

Byggiharri: Landsverk

Tekniskur ráðgevi: BIG

Tíðarætlan: Eftir ætlan verður skúlin tikin í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2018.

Kostnaðarætlan: 695 mió. kr. íroknað innbúgv o.a.

factimg
Úrslit: