Lýsing

Landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um at seta eina bólk, mannaður við starvsfólkum úr Sjóvinnu-stýrinum og av Landsverki, at koma við einum tilmæli um bygging av einum nýggjum skrivstovubygnini til Sjóvinnustýrið. Byggiskráin umrøður bygging av einum nýggjum skrivstovubygningi til Sjóvinnustýrið. Bygningurin skal byggjast á matr. nr. 319h í Vága Kommunu og fevnir um bæði bygning, atkomu, parkeringsøki og uttanumøki. Er tørvur á fleiri fermetrum til byggingina, er Vága Kommuna sinnað at selja burtur av grannastykkinum á matr. nr. 128a. Skrivstovubygningurin verður millum 800 og 900 fermetrar í einari hædd. Gevast til kennar í bygninginum, at her húsast ein stovnur, ið arbeiður við maritimum málum. Bygninurin er býttur upp í fýra ymiskar deildir, og einstøku deildirnar skulu ikki órógva hvørja aðra, men heldur stuðla upp undir virksemið í hvørji einstøku teirra. Alt byggiøkið skal hugsast inn í verkætlanina. Staðseting av atkomu og parkeringarøki skal loysast á skynsaman hátt, so vitjandi og starvsfólk lætt kunnu koma til og frá bygninginum. Týdningarmikið er, at atkoma inn í bygningin er væl vard móti vind og regni. Samlaða byggiøkið er umleið 1.480 fermetrar, men kann økjast upp til 2.745 fermetrar. Bygginevndin mælir til, at útboð til ráðgeving verður síðst í apríl 2018, og at høvuðsarbeiðstakaraútboð fer fram í juli 2018. Gongst eftir ætlan, skal bygningurin standa klárur um hálvan desember 2019.

 

Støðan

Tekningar / Konsept

mynd
mynd
mynd

Tekningar / Konsept

mynd
mynd
mynd

Fakta

Bygningsánari: Uttanríkis- og Vinnumálaráðið

Brúkari: Sjóvinnustýrið

Byggiharri: Landsverk

Høvuðsráðgevi: Ikki valdur enn

Høvuðsarbeiðstakari: Ikki valdur enn

Tíðarætlan: Ráðgeving boðin út í apríl 2018, arbeiðstøka boðin út í juli 2018, og avhending skal væntandi fara fram um hálvan desember 2019

Kostnaðarætlan: 13,7 mió. kr.

factimg
Úrslit: