Lýsing

Fleiri av verandi bústøðum í Tórshavn til fólk við menningartarni eru í gomlum og slitnum sethúsum, ið ikki eru hildin við líka, og sum aloftast ikki eru hóskandi til endamálið. Eirargarður er einasti vardi bústaður, sum í síni tíð varð bygdur til endamálið. Byggiskráin er liður í at bøta um umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek í Suðurstreymoy. Verandi bústaðir og bústovnar eru í ringum standi, bíðilistin til búpláss er langur, og eingi tøk pláss eru í skipanini til bráðfeingis búpláss. Verkætlanin fevnir um at byggja tvey sambýli, har hvørt sambýlið er ætlað 18 fólkum. Sambýlini verða ætlandi staðsett í Hoyvík. Hvørt sambýlið fer at fevna um tríggjar eindir við seks búfólkum í hvørjari eind. Av hesum skulu tvær eindir fevna um sjálvstøðugar íbúðir á 40 fermetrar. Tilknýtt hvørjari av hesum eindunum skal vera køkur/stova. Triðja eindin skal fevna um vanligar tvey-rúms íbúðir á 50 fermetrar við egnari inngongd, ið liggja fyri seg sjálvan. Tað vil siga ikki eru samanbygdar við restini av sambýlinum. Umframt búeindirnar fevnir hvørt sambýlið um felags fasilitetir so sum starvsfólkarúm, starvsfólkaumklæðing við baðirúmi og sansa/venjingarrúm til búfólk, reingerðarrúm og vaskirúm. Sambýlini verða staðsett í Tórshavn og soleiðis, at búfólk alt eftir tørvi og førleikum sjálvi kunnu ferðast til og frá arbeiði, frítíðarvirksemi og annars nýta tær tænastur og veitingar, býurin hevur at bjóða. Staðsetingin verður antin á matr. nr. 136fe ella á matr.nr. 138a, ið eru tøk til endamálið.

Støðan

oktober 2018

Undangóðkenning til ráðgeving er boðin út. Talan er um tvær byggiverkætlanir, og byrjað verður við Sambýlinum á Mýruni í Hoyvík, har stovnar áður hava húsast.

juni 2018

Fyrireikingar verða nú gjørdar at bjóða út ráðgevingina í sambandi við verkætlanina, sum væntandi fer út fyrst í juli.

apríl 2018

Bygginevndin mælir til at útboð til ráðgeving fyri fyrsta sambýlið verður í mars-apríl 2018, og høvuðsarbeiðstakaraútboðið í januar 2019. Útboð til ráðgeving fyri seinna sambýlið verður í oktober-november 2019, og høvuðsarbeiðstakaraútboðið í juli-august 2020. Gongst eftir ætlan verður fyrsta sambýlið klárt í mars-apríl 2020, og tað seinna í oktober-november 2021.

Tekningar / Konsept

mynd
mynd
mynd

Tekningar / Konsept

mynd
mynd
mynd

Fakta

Bygningsánari: Almannamálaráðið

Brúkari: Almannaverkið

Byggiharri: Landsverk

Høvuðsráðgevi: Ikki valdur enn

Høvuðsarbeiðstakari: Ikki valdur enn

Tíðarætlan: Ráðgeving boðin út í mars-apríl 2018 og oktober-november 2019, arbeiðstøka boðin út januar 2019 og juli-august 2020. Avhending verður væntandi mars-apríl 2020, og tann seinna í oktober-november 2021

Kostnaðarætlan: Tilsamans 58,0 mió. krónur

factimg
Úrslit: