Stórur tørvur var á vardum bústøðum til fólk við skerdum førleikum. Hetta hevur politiski mynduleikin eisini ásannað. Tí hevur Landsstýriskvinnan tikið avgerð um at steðga við at keypa vanlig sethús og umbyggja tey til sambýli og heldur fara undir tilgongd at byggja nýggjar tíðarhóskandi bústaðir, sum eisini yvir tíð kunnu koma ístaðin fyri nøkur av verandi sambýlum. Verkætlanin, sum farið var undir, er ætlað persónum við skerdum førleikum, sum hava støðuga hjálp og nærveru fyri neyðini alt samdøgrið. Byggingin fevnir um íbúðareindir við sovikamari, vesi og uppihaldsrúm við einum lítlum køki. Harumframt fevna íbúðirnar um felagsøkir, ið eru karmur um felagslív hjá búfólkum, eins og starvsfólkahølir og annað.

Støðan

juni 2012

Byggiskrá liðug

august 2012

Projektering byrjar

februar 2014

Høvuðsarbeiðstøka byrjar

desember 2015

Avhending

mai 2017

Bygningur tikin í nýtslu

Fakta

Arbeiðsánari: Almannamálaráðið

Byggiharri: Landsverk

Høvuðsráðgevi: Kontrast

Undirráðgevar: LBF, SMJ

Fakeftirlit: Byggiráð

Høvuðsarbeiðstakari: Kanjon

Játtan: 19,0 mió. kr. Verkætlanin fevnir um 12 íbúðir, harav fýra eru til fjølbrekaða búfólk. Grundøkið er 5.615 fermetrar, og bygningurin 730 fermetrar.

 

factimg
Úrslit: