Sum liður í formligu samanleggingin av Sjónvarpi Føroya og Útvarpi Føroya var málið at savna virksemið hjá samanlagda stovninum á einum og sama staði í Sortudýki. Byggiskráin lýsti samlaða hølistørvin og bygdi í stóran mun á tær útbyggingarætlanir, ið Kringvarpið frammanundan hevði gjørt í samstarvi við uttanhýsis ráðgeva. Til tess at savna virksemið og geva starvsfólkunum hóskandi umstøður, var neyðugt at gera eina umskipan og nýggja innrætting av bygninginum í Sortudýki, eins og at víðka um hendan bygningin. Talan var sostatt um eina um- og útbygging, sum skal taka hædd fyri hesum bygningi – bæði byggilistarliga og byggitøkniliga.

Støðan

januar 2017

Annað byggistig av út- og umbyggingini av Kringvarpshúsinum hevur gingið eftir ætlan, og er nú komin undir land. Verkætlanin, sum í høvuðsheitum hevur fevnt um víðkan av fyrisitingarbygninginum, verður avhendað Kringvarpi Føroya í næstum.

oktober 2016

Framleiðslubygningurin verður handaður KVF til at taka í nýtslu 17. oktober 2016. Eftir er hjá KVF at gera tær teknisku installatiónirnar. Annað byggistig, ið fevnur um umsitingarbygningurin frammanfyri, er um at vera innilokaður og væntast liðugur um árskiftið.

juli 2016

Arbeiðið við umsitingarbygninginum er komið væl áleiðis, og stoypiarbeiðið er liðugt. Stállarbeiðið er næstan komið undir land. Arbeiðið fyri framman er at fáa glasfasudarnar upp og tekja, áðrenn heystið kemur. Eftir hetta verður farið undir at innrætta bygningin og gera lendið liðugt.

februar 2016

Arbeiðið við framleiðslubygninginum er nú komið á mál, og bygningurin verður tikin í nýtslu í næstum. Byggingin av umsitingarbygninginum fer í gongd um komandi mánaðarskifti og skal eftir ætlan verða liðug í ár. Nakað av umbygging er í verandi bygningi, sum ikki kann fara í gongd, áðrenn umsitingin er flutt í nýggja umsitingarbygningin.

august 2015

Framleiðslubygningurin er innilokaður og tættur, og arbeiðið við innveggjum er komið undir land. Arbeitt verður nú við tekniskum installatiónum til tey bæði tøknirúmini, sum eru til servarar, neyðstreym og aðra tøkniútgerð. Í næstum verður farið undir innrætting av nýggjum studio, ið er ætlað sum høvuðsstudio. Somuleiðis rúmar útbyggingin einum sendirúmi, ið verður gjørt um somu tíð.

februar 2015

Betongarbeiðið ísv. staðstoypt betong er væl áleiðis. Veggir kring tøknibygningin eru lidnir. Dekk er somuleiðis stoypt. Lendisdekk í kjallara í framleiðslubygninginum er liðugt. Vekkir í skakt eru lidnir, og dekk verður stoypt. Framleiðsla av dekk-elementum er í gongd og verða vegg-elementir sett í gongd í næstum.

januar 2015

Fundamentir í framleiðslubygninginum eru liðug. Stillað verður í løtuni upp fyri betongveggi í tøknibygninginum. Betongprøvar ísv. elementir verða lidnir at góðkenna í viku 4. Í næstum verður farið undir at stoypa lendisdekk í kjallara, leggja kloakk og HVS leiðingar.

desember 2014

Jørðarbeiðið er liðugt. Farið er undir betongarbeiðið. Í løtuni verður stillað upp fyri fundamentum í umsitingarbygninginum. Hóast ymsar avbjóðingar ísv. jørðarbeiðir, sum seinkaði arbeiðinum nakað, hevur hetta ikki ávirkað tíðarætlanina.

november 2014

Sáttmáli um bygging av framleiðslubygningi og tøknibygningi er undirskrivaður við Sp/f ÁTS. Hakin varð settur í fyri iútbyggingini mánadagin 10. november, tá skipað varð fyri hátíðarløtu í Kringvarpinum. Jørðarbeiðið er sett í gongd, byggiplássið lutvíst avhegnað, og byggiplásskúrar komnir á staðið.

oktober 2014

ÁTS hevur sent Landsverki prís fyri gerð av Framleiðslubygninginum við teimum sparingum, sum bygginevndin legði upp til. Væntandi verður sáttmáli viðv. bygging av framleiðslubygningi undirskrivaður í viku 43.

september 2014

Bygginevndin er samd um at fara í gongd við um- og útbyggingina av Kringvarpshúsinum. Farið verður í gongd við framleiðslubygningin fyrst. Sáttmálasamráðingar eru í løtuni við Sp/f ÁTS um bygging av framleiðslubygninginum.

august 2014

Lisitatión var 14. juli 2014 og lógu innkomnu tilboðini væl oman fyri tað, ið roknað er til hondverkaraútreiðslur. Lægsta boð átti ÁTS. Í løtuni eru samráðingar í gongd millum bygginevndina og Kontrast.

juli 2014

Verkætlanin er boðin út í almenna lisitatión. Bjóðað verður út í høvuðsarbeiðstøku. Lisitatión verður 14. juli 2014 á Landsverki. Sáttmálasamráðing verður við vinnandi arbeiðstakara, so skjótt tilboðini eru viðgjørd. Ástaðarfundur verður 23. juni kl. 09.00. Freistin at senda inn spurningar er sett til 1. juli 2014. Arbeiðið sjálvt byrjar 25. august 2014 og verður liðugt 1. november 2015.

Fakta

Arbeiðsánari: Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið

Byggiharri: Landsverk

Høvuðsráðgevarar: Kontrast

Arbeiðstakari: Sp/f ÁTS

Kostnaðarætlan: Samlaði fíggjarkarmurin er 21,6 mió. kr. (íroknað søluprísur av ognum í Vørðsluni).

factimg
Úrslit: