Lýsing

Innkomuvegurin til Havnar hevur verið planlagdur síðani miðskeiðis í áttatiárunum. Ymiskar linjuføringar hava verið í uppskoti, men seinastu nógvu árini hevur serliga verið arbeitt við eini linju frá Skarðshjalla til Krákugjógv. Hesin teinur er fyrsta byggistigið av einum umkoyringarvegi um Tórshavn og Hoyvík og heilt út á Glyvursnes. Annað byggistig, sum liggur longur frammi í tíðini, fer frá Krákugjógv eftir Oyggjarvegnum og út í Havnardal, meðan triðja byggistig fer úr Havnardali út á Glyvursnes.

Endamálið við Innkomuvegnum er at lætta um ferðslutrýstið á Hvítanesvegnum, at leiða ferðsluna uttan um Tórshavn og deila ferðsluna til og úr býnum. Landsverk hevur lagt dent á at fáa ein háorkuveg við fáum forðingum, har íbindingar verða gjørdar sum “flættingar”. Vegurin er planlagdur sum ein 80 km/t vegur allan vegin frá Skarðshjalla til Krákugj&oac

Støðan

juni 2018

Í sambandi við Innkomuvegin og Eysturoyartunnilin hava Landsverk og tunnilsfelagið avtalað, at partarnir í felag hegna Kaldbaksfjarðarvegin av frá Kollfjarðartunilinum til á Hjalla, heldur enn at gera rulluportur. Verkætlanin er í tráð við tilmælini frá Landsverki, tá ræður um ferðslutrygd. Arbeiðið við at hegna er komið væl áleiðis.

mars 2018

Landsverk hevur gjørt ferðsluframrokningar og handað Samferðslumálaráðnum úrslitini av teimum. Politisk avgerð skal takast, hvørt talan verður um at gera innkomuvegin sum ein veg allan vegin vestureftir, ella ein partur av verkætlanini verður broytt til at bora tunnil frá rundkoyringini oman fyri Hvítanes til Vatnaskarðar.

juni 2017

Partar av Innkomuvegnum eru gjørdir árini 2004-2016. Hesi árini hevur játtan verið til Innkomuvegin í fleiri umførum. Samanlagt eru 35 mió. krónur brúktar higartil. Serligur dentur hevur verið lagdur á mittasta teinin, har tríggjar brúgvar og ein vegateinur á umleið 900 metrar eru gjørd. Men játtanin hevur ikki rokkið til, at nakar partur av vegnum er gjørdur heilt liðugur, so hann kann vera opin fyri ferðslu.

Semja varð gjørd millum Samferðslumálaráðið og Tórshavnar Kommunu um Innkomuvegin í oktober 2016. Sambært semjuni skuldi Innkomuvegurin fyri fyrst bara gerast til Villingardalsvegin, og seinni skuldi ein tunnil gerast til Krákugógv ella Oyggjarvegin. Tórshavnar Kommuna er so seinni komin við einum uppskoti um heldur at gera ein tunnil fyri alt vegateinin.

Prosjekteringin av restini av Innkomuvegnum er komin væl áleiðis, men er sett í bíðistøðu, meðan kommunan arbeiðir við øðrum loysnum. Verkætlanin kann bjóðast út í 2018, um játtan fæst.

Tekningar

mynd

Fakta

Bygningsánari: Samferðslumálaráðið

Byggiharri: Landsverk

Høvuðsráðgevi: HMP

Arbeiðstakari: Ikki avgjørt

Tíðarætlan: Sambært semjuni frá 2016 skal vegurin takast í nýtslu í 2020.

Kostnaðarætlan: Fyri teinin av Skarðshjalla til Villingardalsvegin er kostnaðurin umleið 113 mió. krónur.

factimg
Úrslit: