Endamálið við verkætlanini er at fáa eina tíðarhóskandi farleið millum Trongisvág og Hvalba. Hvalbiartunnilin var við í Samferðsluætlanini fyri 2008-20. Metingar eru gjørdar, um tað loysir seg at víðka verandi tunnil, ið er 1.460 metrar, men niðurstøðan er, at tað samanumtikið loysir seg best at gera ein nýggjan tunnil við tilhoyrandi vegum. Jarðfrøðiligar kanningar eru gjørdar, og komið er til eina loysn við einum tunli á 2.500 metrar. Talan er um eina loysn, har hædd eisini er tikin fyri einum komandi Suðuroyartunli.
Tíðindaskriv:
20.12.2019 Útbjóðing av Hvalbiartunlinum
Í heyst bjóðaði Landsverk áhugaðum arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á verkætlanina. Trý feløg sleppa nú at bjóða upp á hesa spennandi uppgávu. Tey eru J&K Petersen, NCC og samtakið Articon/LNS, sum tá vóru undangóðkend. Tilboðini skulu vera Landsverki í hendi í seinasta lagi 25. januar 2019. Sambært verklagslógini eru byggiútreiðslurnar ásettar til í mesta lagi 272 mió. krónur.
Mánadagin 14. mai varð spakin settur í fyri verkætlanini við Hvalbiartunlinum. Arbeiðið við at gera arbeiðsvegin hvalbiarmegin er farið í gongd, og hetta arbeiðið skal eftir ætlan vera liðgut í september. Forprosjekt verður liðugt í viku 26.
Prosjektuppskotið er liðugt, og farið er undir at gera forprosjekt. Arbeiðið við at gera ein arbeiðsveg Hvalbiarmegin í somu linju, sum endaligi vegurin verður lagdur, er boðið út, og lisitatión verður 28. mars 2018. Um játtanin í Løgtinginum næstu árini verður samsvarandi langtíðarløguætlanini hjá landsstýrinum, verður farið undir at bora sjálvan tunnilin í 2019.
Prosjekteringin av linjuni er komin væl áleiðis, og verkætlanin kann bjóðast út í ár, um játtan fæst til verkætlanina komandi ár. Játtanin í 2016 var 5,0 mió. krónur til prosjektering og aðrar fyrireikingar.
Bygningsánari: Samferðslumálaráðið
Byggiharri: Landsverk
Høvuðsráðgevi: P/F LBF
Arbeiðstakarar: Ikki avgjørt
Tíðarætlan: Ikki avgjørt
Kostnaðarætlan: Kostnaðarmetingin fyri nýggjan tunnil við tilhoyrandi vegum er 250 mió. krónur. Byggitíðin er trý ár, treytað av at játtanin fylgir arbeiðsgongdini.