Lýsing

Almannaverkið hevur víst á, at tørvur er á einum depli til børn og ung við autismu. Almannamálaráðið hevur sett eina bygginevnd, sum hevur orðað eina byggiskrá, ið er send ráðnum og Løgtinginum. Eisini hevur aðalráðið borið uppskot til verklagslóg í Løgtingið. Sambært byggiskránni verður talan um ein bygning á umleið 1.000 fermetrar. Í uppskotinum til verklagslóg verður mælt til at játta 29,0 mió. krónur til samlaðu verkætlanina. Bygningurin skal hýsa eini búeind, eini umlættingareind, eini virkniseind og eini starvsfólkaeind.

Støðan

januar 2019

Útboð var í september 2018, har Kontrast vóru valdir sum heildarráðgevar. Farið er undir prosjektering av verkætlanini. Landsverk hevur móttikið skipanaruppskot frá heildarráðgevanum, sum er fyrsta prosjekteringsstig.

juni 2018

Byggiskrá er liðug og góðkend av landsstýriskvinnuni í almannamálum. Útboð til heildarráðgeving fer út í viku 25. Talan er um ein verkætlan, ið fer at hýsa 6 búplássum, 6 umlættingarplássum, virkniseind við upp til 15 brúkarum, og eini starvsfólkaeind.

apríl 2018

Bygginevndin mælir til, at ráðgeving verður boðin út um miðjan apríl 2018, og høvuðsarbeiðstakaraútboð um miðjan februar í 2019. Gongst eftir ætlan, skal bygningurin standa klárur í mai 2021.

Tekningar / Konsept

Fakta

Bygningsánari: Almannamálaráðið

Brúkari: Almannaverkið

Byggiharri: Landsverk

Høvuðsráðgevi: Ikki valdur

Høvuðsarbeiðstakari: Ikki valdur

Tíðarætlan: Ráðgeving verður boðin út í apríl-mai 2018, og arbeiðstøka boðin út um februar-mars 2019. Avhending fer væntandi fram í mai-juni 2021

Kostnaðarætlan: 29,0 mió. krónur.

factimg
Úrslit: