Lýsing

Á landsvegakervinum er ein tann ferðslutyngsti teinurin millum Skálafjørð og Gøtudal. Ársmiðalferðslan í 2018 var 5.900 akfør um samdøgrið. Ein trupulleiki er, at ferðslan skal um Gøtueiði, sum liggur høgt upp í 135 metrar, og vegurin er brattur, upp í 100 promillu. Harumframt er nógv ferðsla ígjøgnum bygda økið við Gøtugjógv, sum eisini skúlaleið. Farleiðin úr Gøtudali til Strendur, har Eysturoyartunnilin fer upp, er 23 kilometrar long, meðan teinurin millum Gøtudal og Rókina/Saltnes er 13 kilometrar. Tí kann roknasvt við, at høvuðsparturin av teimum ferðandi ú Norðuroyggjum Leirivík, Gøtu og Fuglafirði fara at nýta eystara arm av Skálafjørðinum til Eysturoyartunnilini. Tað er ígjøgnum Gøtugjógv, Søldarfjørð, Glyvrar, Saltangará og Runavík.

Støðan

januar 2020

Boriholini til tær jarðfrøðiligu kanningarnar eru liðug, og núr verður bíðað eftir frágreiðingini hjá Jarðfeingi. Av játtanini í 2019 á 2 mió. krónur eru nýttar umleið 800.000 krónur.

Fakta

factimg
Úrslit: