Lýsing

Vegurin millum Funning og Gjáar er 6,7 kilometrar langur og liggur høgt upp í 300 metrar við samsvarandi stórum trupulleikum av kava. Eisini er vegurin brattur upp í 120 promillu hall. Ferðslan í 2002 var 110 akfør um samdøgrið, og í 2018 búðu 32 fólk við Gjógv. Trupulleikin við vegnum er, at tað er torført at koma til og úr Gjógv, tá nógvur kavi er. Ferðafólkaferðslan til Gjáar er vaksin nógv seinastu árini, og hetta setir eisini størri krøv til vegin.

Støðan

januar 2020

Tað manglar at asfaltera og gjalda fyri lendið. Mælt varð til at játta 350.000 krónur í 2019-20.

Fakta

factimg
Úrslit: