Lýsing

Átrokandi tørvur er á einum nýggjum barnaheimi, sum í dag húsast í fimm ymiskum bygningum í Tórshavn. Partar av virkseminum eru á verandi barnaheimi, meðan annað virksemi heldur til í ymiskum leigumálum kring býin og á bygd. Talan er lutvíst um leigumál, sum tíðum verða uppsøgd og í fleiri førum um høli, sum eru illa egnaði til endamálið. Samlaða virksemið er skipað undir Eind 10 í Almannaverkinum, men verður her kallað Barnaheimið. Heimið skal byggjast á matr.nr. 140a Hoyvík, Tórshavnar Kommuna og fevnir um bæði bygning, atkomu, parkeringsøki og uttanumøki. Verður annað betur egna byggiøki tøkt, tekur bygginevndin støðu til, um barnaheimið heldur skal byggjast har ístaðin. Byggjast skal eitt heim á umleið 2.100 fermetrar, men heimið skal á ongan hátt líkjast einum stovni, men heldur einum privatum heimi og skal tískil fella væl inn í umhvørvið, ið liggur upp at byggiøkinum. Barnaeimið er býtt upp í fimm ymiskar eindir, umframt at felagsøkir eru fyri alt barnaheimið. Einstøku eindirnar skulu ikki órógva hvørja aðra, men heldur stuðla undir virksemið í hvørji einstøku teirra. Málbólkurin fyri barnaheimið er børn, ung og familjur, ið hava tørv á viðgerð á samdøgurstovni. Hesi eru sera ymisk og hava hvør sín serstakan tørv, sum barnaheimið skal kunna rúma. Búfólk skulu kenna seg væl í heimligum tryggum umhvørvi, samstundis sum tann fagligi parturin á barnaheiminum fær karmar til at mennast. Alt byggiøkið skal hugsast inn í verkætlanina. Staðseting av atkomu og parkeringarøki skal loysast á skynsaman hátt, har hugsanin um eitt privat heim skal raðfestast høgt. Uttanumøkið kring heimið skal rúma uttandura virksemi av ymsum slagi, ið stimbrar undir trivna og menning hjá børnum, ungum og familjum.  Samlaða byggiøkið, sum er tøkt á matr. nr. 140a í Hoyvík, er 252.532 fermetrar til støddar.

Støðan

juni 2018

Innbjóðing til undangóðkenning av ráðgevum er send út, og umsóknir um undangóðkenning skulu vera Landsverki 29. juni 2018.

apríl 2018

Bygginevndin mælir til, at útboð til ráðgeving fer fram í apríl 2018, og høvuðsarbeiðstakaraútboð í juni 2019. Gongst eftir ætlan, skal bygningurin standa klárur um mánaðarskiftið januar-februar 2022.

Tekningar / Konsept

mynd
mynd
mynd

Tekningar / Konsept

mynd
mynd
mynd

Fakta

Bygningsánari: Almannamálaráðið

Brúkari: Almannaverkið

Byggiharri: Landsverk

Høvuðsráðgevi: Ikki valdur enn

Høvuðsarbeiðstakari: Ikki valdur enn

Tíðarætlan: Ráðgeving boðin út í apríl 2018, arbeiðstøka boðin út í juni 2019, og avhending fer væntandi fram í januar-februar 2022 

Kostnaðarætlan: 60,0 mió. krónur

factimg
Úrslit: