Fyri at gera ferðsluna tryggari á landsvegunum er ein játtan á umleið 5-6 mió. krónur árliga. Játtanin verður nýtt til ymsar smærri og størri ferðslutrygdarverkætlanir. Sum dømi kann nevnast:

  • at seta upp skelti og betra umstøðurnar hjá ferðafólki
  • at seta upp bilverju og gera verandi bilverju tryggari
  • at bøta um møguleikarnar hjá fólki at fara yvir um vegin
  • at betra um møguleikarnar hjá fólki á súkklu og til gongu við at gera eitt nú 2 minus 1 vegir

 

Støðan

juni 2017

Uppskot til trydgartiltøk í 2017 varð gjørt fyrst í árinum og góðkent í Samferðslumálaráðnum. Flestu verkætlanirnar eru liðugt planlagdar. Onkrar eru eisini farnar í gongd.

  • Í mai verður tað gjørt tryggari at fara yvir um landsvegin á Velbastaðvegnum við vestaru innkoyring til Havnar.
  • Í juni-sept verða vegaskeltir skift, fyrst og fremst í Norðoyggjum.
  • Í juni-sept. verður eitt strekki afturat á landsvegnum í Hvalba breiðkað til 2 minus 1 veg.
  • Í aug.-okt. verður 2 minus 1 vegur gjørdur í Vági.

Fakta

Ánari: Samferðslumálaráðið

Byggiharri: Landsverk

Høvuðsráðgevi: Ymisk

Arbeiðstakari: Ymisk

Tíðarætlan: 2017

Kostnaðarætlan: Játtanin til ferðslutrygdartiltøk í 2017 er 5,1 mió. krónur

factimg
Úrslit: