Endamálið við verkætlanini er at bøta umstøðurnar á verandi vegi til Dals. Vegurin liggur í brattlendi, og fleiri staðni ryður grót oman á vegin. Á einum teini á umleið 500 metrar er eisini ryðið undan vegnum.

Støðan

juni 2017

Ætlanin var at bøta um tann partin av teininum fyrst, har tað ryður undan vegnum, men nærri kanningar vístu at meira átrokandi er at tryggja fyri gróti oman fyri vegin. Innan stutta tíð verður neyðugt at játta 6,0 mió. krónur yvir eitt ella tvey ár fyri at bøta um vegateinin, har tað ryður undan vegnum.

Fakta

Bygningsánari: Samferðslumálaráðið

Byggiharri: Landsverk

Høvuðsráðgevi: Ikki avgjørt

Arbeiðstakarar: Ikki avgjørt

Tíðarætlan: Í 2017 verður tryggjað fyri ímóti gróti oman fyri vegin.

Kostnaðarætlan: Játtanin í 2017 er 1,0 mió. krónur, sum verður nýtt til at tryggja fyri gróti oman fyri vegin, umframt at gera eina kanning av berievninum í vegnum. At bøta um allan vegateinin er mett at kosta umleið 6,0 mió. krónur.

factimg
Úrslit: