09-09-2015
Umvæling á Eirargarði
LISITATIÓN: Týsdagin var lisitatión í sambandi við umvæling bygninginum á Eirargarði 16. Talan verður um at skifta tekju og at eftirbjálva undir tekjuni.

Tvey tilboð komu inn at umvæla reyða bygningin á Eirargarði 16. TN Bygging eigur lægra tilboðið, sum ljóðar á 949.000 krónur, meðan J&K Petersen bjóða seg til at gera arbeiðið fyri 1.469.000 krónur.

 

Metingin av arbeiðinum, ið snýr seg um at leggja nýggja tekju á og at eftirbjálva undir tekjuni, ljóðar á 800.000 krónur.

 

Tað er Almannaráðið, sum eigur bygningin, ið virkar sum sambýli hjá 21 fólkum við menningartarni ella fjølbreki, eins og staðið hevur samdøgursumlætting.

 

Landsverk fer nú sum byggiharri at taka støðu til innkomnu tilboðini.

Úrslit: