Lýsing

Almannaverkið manglar búpláss, og Almannamálaráðið hevur gjørt avtalu við Heilsu- og Innlendismálaráðið um at yvirtaka bygningin Eirargarð 14. Áður hevur Almannaverkið einans verið í bygninginum, Eirargarður 16. Báðir bygningarnir skulu høvuðsumvælast. Fyrst Eirargarður 14, og síðani Eirargarður 16. Eftir umvælingina skal verða pláss fyri í mesta lagi 32 borgarum, umframt eldradagtilhaldi og ungdómstilboði. Brúkararnir eru fólk við menningartarni, rørslutarni og fjølbreki.

Støðan

juni 2017

Lógaruppskotið varð samtykt við triðju viðgerð í mai. Prosjekteringin er í gongd. Arbeiðið verður boðið út í sum eitt sonevnt tíðliga-útboð.

Fakta

Bygningsánari: Almannamálaráðið

Brúkari: Almannaverkið

Byggiharri: Landsverk

Høvuðsráðgevi: Kontrast

Arbeiðstakarar: Ikki avgjørt

Tíðarætlan: Tíðarætlanin er ikki liðug enn.

Kostnaðarætlan: Samlaði fíggjarkarmurin verður 30 mió. krónur

 

factimg
Úrslit: