Lýsing

Ávísar ábøtur og umvælingar skulu gerast í Dugnaskúlanum við Áir. Í høvuðsheitum skulu ábøtur gerast á innrætting, luftviðurskiftir og brunaviðurskiftir. Verkætlanin byrjar í 2018 og verður endaliga liðug í desember 2019.

Støðan

juni 2018

Arbeiðstøkurnar vórðu bodnar út í juni. Talan er um innbodna lisitatión, har seinasta freist at lata inn tilboð er 22. juni. Arbeiðið fevnir um umbygging av tveimum skúlastovum, vesir, leiðaraskrivstovu og íbúðir. Somuleiðis skal ventilatión leggjast inn í bygningurin. Talan verður um eina verkætlan, sum lutvíst verður gjørd í ár, meðan restin eftir ætlan verður gjørd í 2019.

Tekningar / Konsept

mynd
mynd
mynd

Tekningar / Konsept

mynd
mynd
mynd

Fakta

Bygningsánari: Almannamálaráðið

Brúkari: Dugni

Byggiharri: Landsverk

Høvuðsráðgevi: Eingin

Høvuðsarbeiðstakari: Eingin valdur enn

Tíðarætlan: Verkætlanin er byrja í januar 2018 og verður endaliga liðug í desember 2019

Kostnaðarætlan: 4,0 mió. krónur

 

factimg
Úrslit: