Lýsing

- Brúgvar
Umleið 340 brúgvar eru á føroyska landsvegakervinum, og í 2017 gjørdi Landsbyggifelagið eina yvirskipaða eftirmeting av øllum brúm í landinum. Ein kanning í 2007, sum 2017-kanningin bygdi víðari á, vísti, at støðan á brúnum longu tá ikki var góð. Á einum stiga frá 1-5 vóru 32 brúgvar í 2017 á støðumeting 4, meðan 220 brúgvar hava støðumeting 3.

- Tunlar
Í Føroyum eru samanlagt 19 vegatunlar. Vantandi viðlíkhald yvir eitt longri tíðarskeið hevur sett týðilig spor í slitnu tunlarnar á landsvegakervinum. Undantikið ábøtur, ið eru gjørdar í ávísum tunlum, er støðan helst enn verri í dag, grundað á, at long tíð er gingin. Manglandi játtan til viðlíkhald ber í sær, at Landsverk við rímiligari vissu kann siga, at teir tunlar, ið enn ikki eru dagførdir, eru í sera ringum standi. Harafturat eru ávísar skipanir í tunlunum, sum kunnu væntast at ganga fyri um stutta tíð.

Støðan

januar 2020

Fleiri størri verkætlanir eru enn í gongd, og rokningar eru ikki komnar inn fyri øll arbeiði enn. Um øll arbeiðini verða gjørd, verður tað í samsvar við játtanina. Dømir um hesi arbeiðir eru strálikaðal í Kollfjarðartunlinum, at stoypa brúgvar og at skróta í Leirvíkartunlinum. Rambøll ger í løtuni kanning í tunlunum. Prosjektering av brúgv um Leyná er nærum liðug.

Fakta

factimg
Úrslit: