Endamálið við verkætlanini er at bøta umstøðurnar at fáa stór akfør og flutning til Svínoyar. Verkætlanin er gjørd sum eitt samstarv millum Klaksvíkar Kommunu og Landsverk.

Støðan

juni 2017

Farið var undir verkætlanina í 2015, sum helt fram í 2016, men vegna veður varð bert umleið tveir triðingar av verkætlanini lidnir, áðrenn veturin byrjaði. Arbeiðið verður tikið upp aftur nú, og verkætlanin skal verða liðug í 2017.

Fakta

Bygningsánari: Klaksvíkar Kommuna

Byggiharri: Landsverk/Klaksvíkar Kommuna

Høvuðsráðgevi: HMP

Arbeiðstakarar: Norðhús

Tíðarætlan: Liðugt í 2017. Írestandi arbeiðið er mett at taka tveir mánaðir í summar, um veðrið er til vildar.

Kostnaðarætlan: Kostnaðurin er 4,0 mió. krónur, har av landið rindar 3,265 mió. krónur.

factimg
Úrslit: