Kunngerð um Bygningskunngerð 2017

Við heimild í § 3, § 5, stk. 1, § 6, stk. 1, §§ 8 og 18, § 20, stk. 2 og 5, § 21, stk. 2 og § 22, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 60 frá 15. mai 2012 um at byggja bygningar o.a. verður ásett:

§ 1. Hervið verður føroyska bygningsreglugerðin 2017, FBR17, kunngjørd sum ásett í skjali 1-1C.

Gjøld
§ 2.
Landsstýrismaðurin kann góðkenna, at kommunali byggimyndugleikin krevur gjøld fyri byggiloyvi, fyribilsloyvi og fyri at viðgera frávik sambært bygningsreglugerðini ella øðrum galdandi ásetingum fyri byggingina.

Stk. 2.
Kommunustýrið ásetir útrokningarháttin fyri gjøld og stødd á gjøldum. Við útrokning av tílíkum gjøldum kunnu bara útreiðslur takast við, sum beinleiðis ella óbeinleiðis standast av byggimálsviðgerðini.

Stk. 3.
Verða gjøld ásett, skulu tey ásetast fyri hesi sløg av bygging:

1)    Einfaldar konstruktiónir. Bólkurin fevnir um bilhús, bilskýli, úthús og tílíkar smáar byggingar.

2)    Einbýlishús. Bólkurin fevnir um einbýlishús og samanbygd einbýlishús við loddrøttum íbúðarskilnaði.

3)    Einføld vinnubygging, goymslubygging og landbúnaðarbygningar. Bólkurin fevnir um einfaldar vinnubyggingar, so sum landbúnaðar­bygningar, hallir, vinnubygningar og goymslubygningar.

4)    Aðrar fastar konstruktiónir o.a. Bólkurin fevnir um fastar konstruktiónir, sum ikki er verulig bygging. Dømi um hetta eru antennur, mastrar, skelting, smáar vind­myllur, pallar, spæliplássútgerð, framsíðu­skelti, sýnisskelti, fríttstandandi skelting (pylon) og konstruktiónir.

5)    Onnur vinnubygging og íbúðarhúsa­bygging. Bólkurin fevnir um tær byggingar, sum ikki hoyra undir hinar bólkarnar. Dømi um hetta er bústaðarbygging við vatnrøttum íbúðar­skilnaði, handlar, sølumiðstøðir, skrivstovubygningar, bygningar, har almenningurin ella onnur enn tey, sum starvast í bygninginum, hava atgongd, t.d. hotell, matstovur, biografar, sjónleikarhús, framsýningar­bygningar, bókasøvn, søvn, kirkjur, stovnar, skúlar, heilsumiðstøðir, miðnámsskúlar, ítróttarhallir, ítróttarvallir, svimjihallir o.a., umframt vinnubygningar, goymslu­bygningar og landbúnaðar­bygningar.

Stk. 4.
Gjøldini skulu krevjast inn fyri hvønn einstakan bólk sambært stk. 3. Kommunali byggi­myndugleikin kann gera av at luta sundur tey einstøku byggisløgini í undirbólkar, verður tað hildið at vera hóskandi.

Stk. 5.
Kann ein bygging ikki eintýdd verða sett í ein bólk, ger kommunali byggi­myndugleikin av, hvønn bólk byggingin best hóskar til út frá eini meting av høvuðsendamálinum við byggingini.

Stk. 6.
Gjaldið fellur til gjaldingar, tá ið byggi­loyvið, fyribilsloyvið ella fráviksloyvið er klárt at lata.

Stk. 7.
Kommunali byggimyndugleikin skal halda byggiloyvið, fyribilsloyvið ella frá­viksloyvið aftur, til gjaldið er goldið.

Kæra
§ 3.
Avgerðir, sum kommunali byggi­myndugleikin hevur tikið við heimild í ásetingum í bygnings­reglugerðini, kunnu kærast til lendiskæru­nevndina, sambært § 19 í byggilógini.

Revsing
§ 4.
Brot á hesa bygningskunngerð og ásetingarnar í vinstra teigi í bygnings­reglugerðini kap. 1-8, sambært skjali 1, verða revsað við bót.

Stk. 2.
Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í kapittul 5 í revsilógini.

Gildiskomuásetingar
§ 5.
Kunngerðin kemur í gildi 1. januar 2017.

Stk. 2.
Samstundis fara úr gildi:

1)    Kunngerð nr. 45 frá 9. mai 1992 um bruna­verju og brunatrygd og

2)    kunngerð nr. 13 frá 10. februar 2012 um atkomuviðurskifti.

Stk. 3.
Umsókn um byggiloyvi, sum er móttikin 1. januar 2017 ella seinni, skal viðgerast eftir hesum reglum.

Heilsu- og Innlendismálaráðið, 27. juni 2016

Sirið Stenberg
Landsstýrismaður

Úrslit: