Lønandi orkusparingar

Skjal 1C inniheldur:
1. Yvirlit yvir livitíðir, sum kunnu nýtast, tá lønsemið av lønandi átøkum verður roknað út
2. Fyritreytir fyri útrokning av orkutørvi í bygningum

1. Yvirlit yvir livitíðir, sum kunnu nýtast, tá lønsemið av lønandi átøkum verður roknað út
Um lønsemið av arbeiðinum, útroknað sum:
(livitíð x rakstrar sparing árliga)/íløga < 1,33
er arbeiðið ikki lønandi.

Talva 1. Livitíðir, sum kunnu nýtast, tá lønsemið verður roknað út:

2. Fyritreytir fyri útrokning av orkutørvi í bygningum

Orkuveitingin til ognina

Orkukarmurin fevnir um orku, sum verður latin ognini til upphiting, luftskifti, heitt vatn, køling og møguligt ljós.
Fyri fjarhita verða atlit sostatt ikki tikin at útbreiðslumissi í fjarhitaleiðingum, umskiftismissi i fjarhitaverkum, virkni í orkuhitaverkum o.ø., sum tann einstaki bygningseigarin ikki hevur ávirkan á.

Fyri bygging, sum hevur felags hitamiðstøð, har innanhýsis býtið av hita fer fram, verður møguligur missur í hitamiðstøðini og útbreiðslumissur frá hitaleiðingum tikin við í útrokningarnar.

Øll bygging við elframleiðslu frá orkuútbúnaði, so sum sólhitaútbúnaði, vindmyllum o.s.fr., kann mótroknast orkukarmin svarandi til eina veitta orku á 25 kWh/m² pr. ár. Fyri bygningar við tílíkum orkuútbúnaði telja nevndu 25 kWh/m² sum tilvísingarútrokning uttan at írokna sjálvt ískoytið á 25 kWh/m².

 

Fjarkøling

Tá orkukarmurin verður prógvaður, verður køliávirkingarstigið COP roknað sum eitt vektað miðal av teim ymisku kølitilgongdunum í teimum ymisku rakstrarbilunum. Til fríkøling við sjógvi er tað el-nýtslan til pumpur og hjálparútgerð, sum verða nýtt. Fyri ísogukøliútbúnað til avlopshita kann kølivirknaðarstigið COP á 4.0 fyri ein vanligan góðan køliútbúnað verða íroknað í staðin fyri tað orkuliga virknaðarstigið á ­útbúnaðinum. Hetta hevur við sær, at lagt verður upp til at nýta køling grundað á avlopshita, samstundis sum, at ein haldgóð loysn er vald, tá ið møguleikin fyri avlopshitaframleiðslu heldur uppat.

 

Felags varandi orkuskipanir

Felags varandi orkuskipanir í nýggjari bygging verða íroknaðar orkukarmin við teirri treyt, at eigararnir av bygningunum gjalda hvør sín part av skipanini. Varandi orkuskipanirnar skulu somuleiðis setast upp í byggingini ella í nærheitini av byggingini.
Útrokningin tekur fyrilit fyri samlaða missinum. Sum dømi kann nevnast, at fyri sólhitaútbúnað kann verða hitamissur frá savningartanga, leiðingarmissur fram til hvørt húsið, umframt el-nýtsla til pumpur og sjálvvirkni.

 

Egin varandi orkuskipanir

Varandi orkuskipanir knýttar at bygninginum verða íroknaðar orkukarmin fyri bygningin.

 

Javnmeting av orkuveitingum

Flestu bygningar fáa orku frá í minsta lagi 2 ymsum orkuveitingarsløgum. Til at meta um orkuveitingarsløgini verða ymiskir faktorar nýttir. Fyri bygningar, sum verða gjørdir sbrt. minstu­krøvunum í bygningsreglugerðini, verður ein faktorur á 2,5 nýttur at javnmeta ravmagn við ávikavist olju. Fyri fjarhita verður ein faktorur á 0,8 nýttur. Fyri aðrar hitakeldur verður ein faktorur á 1,0 nýttur, umframt gagnvirði, sum hevur týdning.

Rúmhiti

Øll upphitað rúm í bústøðum, skrivstovum, skúlum, stovnum o.ø. verða roknað at hava ein mánaðarligan miðalhita á í minsta lagi 20 °C hitastig allar mánaðir í árinum. Rúm, sum eru upphitað til millum 5 °C og 15 °C, kunnu annaðhvørt metast at vera óupphitað ella upphitað til í minsta lagi 20 °C. Rúm, ið eru mett at vera óupphitað, telja ikki við í upphitaðu hæddarvíddini.

Fyri bygningar, t.d. ídnaðarhallir, sum verða hitaðir upp til millum 5 °C og 15 °C, verður orkutørvurin roknaður til ein mánaðarligan miðalhita á 15 °C.

Í rúmum við mekaniskari køling roknast við at mesti rúmhitin er hægst 25 °C.

Í rúmum, har ið hitin í løtum fer upp um 26 °C, verður roknað við, at hitayvirskotið (í mun til at halda rúmhitan á í mesta lagi 26 °C) verður burturbeint við ravmagnsriknari mekaniskari køling. Hetta er eisini galdandi fyri rúm, har ið eingin mekanisk køling er.

Gagnligt er at beina fyri yvirhita við t.d. einum flytiligum uttandura sólskjóli og øktari útlufting um gjørligt. Í nógvum bygningum kann hetta gerast við útluftingarvindeygum, sum verða stýrd sjálvvirkandi eftir rúmhitanum.

 

Útrokningarfyritreytir

Orkutørvurin verður roknaður út við forritinum Be10, sum er partur av “SBi-anvisning 213, Bygningers energibehov”. Uttan so, at aðrar útrokningarfyritreytir kunnu grundgevast at vera viðkomandi fyri aktuellu uppgávuna, verða fyritreytirnar í “SBi-anvisning 213, Bygningers energibehov”, nýttar.

Bygningar við ymiskari nýtslu

Í bygningum við ymiskari nýtslu, t.d. har bæði bústaðir og handlar eru í sama bygningi, verður eitt undiruppbýti gjørt av samlaðu upphitaðu hæddarvíddini í bygningspørtunum, sum verða brúktar til sama endamál. Tá orkukarmurin fyri bygningin verður ásettur, verður sama sundur­býti í bygningspartar við somu nýtslu nýtt.

Fyri bygningar við ymiskari nýtslu, har ið høvuðsnýtslan fevnir um í minsta lagi 80% av samlaðu hæddarvíddini, verður nýtslan fult og heilt roknað sum høvuðsnýtslan. T.d. verður eitt íbúðarhús við handlum, har handlarnir fevna um 15% av hæddarvíddini, roknað sum íbúðarhús.

 

Afturatbyggingar

Verður orkukarmurin nýttur fyri afturatbyggingar, er orkukarmurin bert galdandi fyri afturat­byggingina. Verandi bygningur skal sostatt ikki lúka ásetingarnar fyri orkukarmin. Orkukarmurin fyri afturatbyggingina verður roknaður út við støði í víddini á øllum bygninginum.

Sama um vatn innleggingar eru í aftur­atbyggingini ella ikki, verða fyrisettu mátini (standardir og normar) fyri fyritreytunum um vatnnýtslu í afturatbyggingum nýtt. Um so er, at afturatbyggingin ikki hevur nýggja hitaveiting, kunnu minstukrøvini í bygningsreglugerðini fyri hitaútbúnaðin nýtast. Er natúrligt luftskifti í afturatbyggingini, er tað partur av útrokningini. Verður afturatbyggingin útgjørd við javnvigaðum mekaniskum luftskifti, er tað partur av ­útrokningunum.

 

Høgir bygningar

Fyri bygningar við høgum rúmum, t.e. bygningar við eini rúmhædd á meira enn 4,0 m, kann orkukarmurin økjast við einum ískoyti. Ískoytið verður latið til t.d. ídnaðarhallir og ítróttarhallir, um so er, at víddin á klimaskerminum í ­bygninginum býtt við hæddarvíddini fer upp um 3,0. Ískoytið verður roknað út sum munurin millum orkutørvin fyri bygningin við eini ­ímyndaðari rúmhædd á 2,8 m, sum lýkur orkukarmin og orkutørvin fyri bygningin við veruligu rúm­hæddini.

Hevur høgi bygningurin vindeygu, portur o.a., sum eru meira enn 22% av gólvvíddini, verður víddin á vindeygum og portrum minkað í málilutfallinum 2,8 m/verulig hædd.

 

Kjallarar

Fyri upphitaðar ella partvíst upphitaðar kjallarar, sum ikki verða íroknaðir hæddarvíddina, verður ein prosentpartur av kjallaravíddini íroknaður orkukarmin. Prosentparturin veldst um, um kjallarin er upphitaður til millum 5 oC og 15 oC, ella um hann er upphitaður til í minsta lagi 15 oC. Víddarískoytið er óbroytt, sama um bygningurin er gjørdur sambært BR 10 ella sambært Orkukarmi 2018. Fyri óupphitaðar kjallarar og parkeringarkjallarar er einki víddarískoyti.

Talva 3. Víddarískoyti í prosentum av kjallaravídd, sum verður roknað upp í orkukarmin:


Orkutørvurin í kjallaranum verður roknaður á sama hátt sum í bygninginum annars, tó soleiðis, at tað bara verður roknað við hitamissi í kjallaranum við 15 °C, um kjallarin er upphitaður til millum 5 °C og 15 °C hitastig. Í samband við óupphitaðar kjallarar verður einans roknað við hitamissi ímóti kjallaranum. Bygningspartarnir í kjallaranum skulu bjálvast í samsvari við tann valda rúmhitan.

 

Framløga av ídátum og úrslitum

Tá orkukarmurin verður útroknaður, skulu nýttu útrokningar fyritreytirnar og ídáturnar týðiliga síggjast í útrokningunum.

 

Nágreining av ídátum

Her skulu útroknaðar ídátur nevnast umframt viðkomandi ídátur, sum framleiðarin hevur upplýst.

Fyri ein hóp av byggivørum eru upplýsingarnar tøkar í sambandi við CE-merkingina av ­byggivøruni.

Fyri vindeygu er spurningurin tó meira ­tor­greiddur. Upplýsingar, sum eru partur av útrokningunum, er U-virðið fyri veruliga ­vindeygað. Sostatt er tað ikki nóg mikið bara at fáa upplýsingar um eitt vindeyga í standard­mátum, ella einans rútin í vindeyganum, U-virðið skal fevna um alt vindeygað (bæði rútin og karmin). Summir vindeygaframleiðarar upplýsa bara U-virðið fyri rútin, sum vanliga er munandi betri enn tað veruliga U-virðið fyri alt vindeygað.

Fyri ervaljós kunnu upplýsingar um rætta U-virðið í ervaljósinum grundast á útrokning eftir DS 418.

 

Nágreining av úrslitum

Úrslitini frá útrokningunum skulu, umframt ta neyðugu tilfluttu orkuna til bygningin pr. m² av upphitaðari hæddarvídd, eisini innihalda nóg nógvar upplýsingar, ið kunnu skjalprógva úrslitið. Í úrslitinum skal, umframt tann tørv á tilfluttari orku, sum er partur av orkukarminum, síggjast ein nágreining av útroknaðu ravmagnsnýtsluni og hitanýtsluni, umframt nýtsluni av heitum nýtsluvatni íroknað miss frá innleggingunum.
Harumframt skulu treytaðu U-virðini og linjumissir síggjast, soleiðis at skjalprógvað er, at kap. 7.5 er hildin. Útroknaði flutningsmissurin gjøgnum klimaskermin, frároknað hurðar og vindeygu, skal somuleiðis síggjast á úrslitunum.

 

Skjalprógvan av krøvum til U-virðið

Framleiðarar av byggivørum skulu kunna skjalprógva, at krøvini í bygningsreglugerðini til U-virðið fyri byggivøruna eru hildin.

 

 

Úrslit: