Kirkjur, søvn, friðaðir bygningar og bygningar, sum eru partar av friðaðum fornminnum, umframt bygningar, sum sbrt. kommunalari ætlan eru varðveitingarverdir eru ikki fevndir av ásetingunum í kap. 7.4.2 og kap. 8.6.2, stk. 2.
Lønandi orkusparandi tiltøk í sambandi við bjálving av útveggjum, gólvum, loftum og vindeygum o.ø. síggjast í kap. 7.4.2.
Treytað av, hvussu konstruktiónin er gjørd, og hvussu bygningurin er bjálvaður, kunnu vera loysnir, sum ikki eru lønandi. Eisini kunnu vera loysnir, sum ikki eru ráðiligar at fremja slevjutøkniligt. Slík arbeiði skulu ikki fremjast.
Vegleiðandi verða byggitiltøk roknað at vera lønandi, um árliga sparingin faldað við livitíð og býtt við íløgu er størri enn 1,33, og er lýst soleiðis:
Árliga sparingin x livitíð > 1,33
íløga
Hetta merkir, at byggitiltakið er lønandi, um tað er afturgoldið innan 75% av tí væntaðu livitíðini av bygningslutinum. Ymisku livitíðirnar eru lýstar í skjali 1C.
Tá slevjutøkniligt bjálvingararbeiði verður gjørt, kann vísast til “SBi anvisning 224, fugt i bygninger” og til drúgvu royndirnar hjá BYG ERFA av byggitøkniligum loysnum viðvíkjandi slevju.
Við umbygging, viðlíkahaldi og útskifting skal umbygdi bygningsparturin ella bygningsluturin, sum verður útskiftur, lúka ásetingarnar í kap. 7.4.2, stk. 1-3 og ásetingarnar í kap. 8, Innleggingar.
Arbeiðið skal ikki fremjast, hóast tað er lønandi, uttan so, at tað kann gerast á ein ráðiligan hátt viðvíkjandi slevju.
Umbygging, sum er liður í eini munandi nýtslubroyting, er fevnd av kap. 7.3 og skal gerast, hóast broytingarnar møguliga ikki eru lønandi.
Fremjan av orkusparandi tiltøkum er avmarkað til tiltøk, sum eru lønandi og kunnu fremjast á ein ráðiligan hátt viðvíkjandi slevju.
Fyri fleiri bygningslutir, lýstir í kap. 7.4.2, stk. 2, eru ásettu U-virðir og linjumissur galdandi, hóast tey ikki eru lønandi í sambandi við útskifting.