Seinast dagført: 01-01-2017

3.4.4 Vesirúm

Stk. 1 Áseting

Atgongd frá arbeiðs- og tilhaldsrúmi til vesirúm skal vera gjøgnum forrúm.

(3.4.4, stk. 1) Vegleiðing

Forrúm kann vera felags fyri fleiri vesirúm.

Stk. 2 Áseting

Talið av vesum skal lagast til talið av starvs­fólkum.

(3.4.4, stk. 2) Vegleiðing

Kravið kann lúkast við innrætting av í minsta lagi ­einum vesi fyri hvørji 15 starvsfólk. Eru standi­kummur til mannfólk, kann talið av vesum minkast til eitt fyri hvørji 20 starvsfólk. Talið av standikummum eigur í tílíkum førum at vera í minsta lagi ein fyri hvønn 20. mann.

Serstøk vesi skulu vera til ávikavist mannfólk og konufólk uttan so, at hvørt einstakt vesi er í einum sjálvstøðugum rúmi við forrúmi uttan standikummur.

Stk. 3 Áseting

Vesirúm ella forrúm til vesi skulu hava hondvask.

Stk. 4 Áseting

Í skrivstovu- og fyrisitingarbygningum skal, á teimum hæddum har sum vesirúm eru innrættað, í minsta lagi eitt teirra lúka krøvini í kap. 3.4.1, stk. 5.

(3.4.4, stk. 4) Vegleiðing

Víst verður til tekningar í kap. 3.4.1, stk. 5.

Stk. 5 Áseting

Við umbygging skal vesirúm, sum er fevnt av stk. 4, innrættast soleiðis, at tað kann nýtast av persónum í koyristóli. Í minsta lagi eitt vesirúm til fólk í koyristóli skal innrættast í atkomuhæddini ella í aðrari hædd, sum hevur atgongd umvegis lyftu o.tíl.

Úrslit: