Seinast dagført: 01-01-2017

3.2.1 Alment

Stk. 1 Áseting

Atkomuviðurskifti til bygningar skulu tryggja atgongd fyri øll. Bústaðir og aðrar bygnings­eindir skulu hava beinleiðis atgongd útifrá ella umvegis felags atkomuleið útifrá.

Einbýlishús, tvíhús o.tíl. eru ikki fevnd av kap. 3.2 og kunnu gerast uttan beinleiðis atgongd útifrá.

(3.2.1, stk. 1) Vegleiðing

Við atliti at tryggja atkomu fyri øll kann vísast til „DS 3028, Tilgængelighed for alle“, sum vísir dømi um, hvussu atkomuviðurskifti til bygningar kunnu gerast atkomuvinarlig fyri øll, eisini fyri fólk við rørslutarni.

Við atliti at atkomuleiðum, sum eisini eru rýmingarleiðir, verður víst til kap. 5, Brunaviðurskifti.

Stk. 2 Áseting

Við allar úthurðar skal vera atgongd uttan hæddarmun til bygningseindir og til møguligar lyftur í atkomuhæddini (veghæddini) í bygninginum. Møguligur hæddarmunur skal javnast í atkomuøkinum uttan fyri bygningin. Rampur kunnu nýtast.

Uttan fyri úthurðar skal vera eitt vatnrætt, fast og slætt øki á 1,5 m x 1,5 m, mált frá hongslasíðuni á hurðini. Tá hurðin gongur úteftir, skulu 0,2 m leggjast afturat økinum fram við framsíðuni á bygninginum. Økið uttan fyri úthurðar skal merkjast taktilt ella vera í øðrum liti enn tí, sum annars er uttanum.

Hurðartelefonir og tilkalliskipanir skulu vera soleiðis, at tað bæði hoyrist og sæst, at skipanin er virkin, og at samband er við móttakaran.

Tá ið tøl verða nýtt í hurðartelefonum og tilkalliskipanum, skal 5-talið merkjast við taktilum eyðkenni.

 

(3.2.1, stk. 2) Vegleiðing

Ásetingin fevnir umframt um úthurðar eisini um hurðar í rýmingarleiðum og neyðdyr í atkomu­hæddini (veghæddini) og hurðar til urtagarð, altan og terassu.

Atgongd uttan hæddarmun merkir, at trin ikki skulu vera millum lendið uttan fyri bygningin og eindirnar í atkomuhæddini (veghæddini) og møguligum lyftum. Atkoma umvegis ikki sjálvvirkandi lyftur (trappulyft og lyftipall), leysa skavirist o.tíl. er ímóti ásetingini.

Hædd á hurðargátt má í mesta lagi vera 25 mm.

Hurðartelefonir og tilkalliskipanir eiga at setast í eina hædd, sum er millum 90 og 120 cm yvir gólv/lendið.

Stk. 3 Áseting

Skeltir, ið venda sær til almenningin, og sum verða sett í almennar bygningar ætlaðir almennum tænastum, skulu vera lætt lesilig og greið, við týðuligum sniði og liti.

Um tørvur er á tí, kann punktskrift eisini nýtast.

(3.2.1, stk. 3) Vegleiðing

Punktskrift (blindskrift) kann t.d. setast á skeltini við klisturbandsstrimlum, har punktskriftin er merkt ”taktilt” á klisturbandsstrimmilin.

Ásetingin er galdandi fyri kunningarskelting við inngangir í bygningar og vegleiðingarskeltir í sambandi við vesirúm og býtisvegir í bygningum.

Stk. 4 Áseting

Hurðarop skulu hava eina fría breidd á í minsta lagi 0,77 m, sbrt. „DS/EN 14351-1 + A1:2010, Vinduer og døre - Produktstandard, ydeevne­egenskaber - Del 1: Vinduer og yderdøre uden brandmodstandsevne og/eller røgtætheds­egenskaber“.

Letur hurðin upp ímóti fólkinum, skal plássið við síðuna av hurðini mótsett hongslasíðuni vera í minsta lagi 0,5 m.

Glashurðar skulu hava merking, sum ger hurðina sjónliga.

Úthurðar skulu hava lættgangandi handtak, og skulu ganga lætt. Neyðuga orkan at lata hurðina upp má í mesta lagi vera 2,5 N (2,5 kg).

Hædd á hurðargátt má í mesta lagi vera 25 mm

(3.2.1, stk. 4) Vegleiðing

Ásetingin fevnir um hurðar í felags atkomuleiðum, íroknað í minsta lagi eina hurð til hvørja bygnings­eind á øllum hæddunum í bygninginum.

Fría breiddin verður máld, tá hurðin stendur 90° opin.

Úrslit: