Seinast dagført: 01-01-2017

8.5.3.1 Alment

Stk. 1 Áseting

Roykrørskipanir skulu gerast og setast soleiðis, at eingin vandi er fyri bruna, spreinging, skaðiligum kondens, eitran og heilsuligum ampa.

(8.5.3.1, stk. 1) Vegleiðing

Gjøgnumføringar mugu ikki gera, at bygningslutir halda verri, soleiðis at eldur kann breiða seg í bygninginum.

Verður CE-merkt roykrørskipan førd ígjøgnum ­bygningslut, skal hon roynast til bjálvaðar (ikki ­útluftaðar) gjøgnumføringar í bygningslutum.

Royndin skal síggjast í skjalprógvi frá fram­leiðaranum.

Verður sloka við roykrøri í førd ígjøgnum bygningslut í flokki REI 30 [BD- bygningsdel 30], skal slokan gerast sum ein bygningslutur í flokki EI 30 ­[BD- bygningsdel 30].

Roykrør eigur bert at verða sett upp í sama rúmi, sum skipanin er sett upp í.

Stk. 2 Áseting

Roykrørskipanir mugu ikki nýtast til brenni­útbúnað við hægri rakstrarhita enn honum, sum er ásettur í CE-merkingini ella MK-góðkenningini.

(8.5.3.1, stk. 2) Vegleiðing

Rakstrarhitin er roykgasshitin máldur við roykgassrørmunnan á brenniútbúnaðinum.
Í sambandi við brenning við føstum brenni skal ­rakstrarhitin vera 400° C (roykrør vørulýst til T 400).

Í sambandi við brenning við olju ella sjálvvirkandi áfylling við lívrunnum brenni kann ketilsframleiðarin upplýsa um rakstrarhitan.

Í sambandi við roykrørskipanir, sum ikki eru CE-merktar, skal rakstrarhitin annaðhvørt vera til skjals í MK-góðkenningini ella í skjalprógvi frá framleiðaranum.

Stk. 3 Áseting

Roykrørskipanir frá olju og føstum brenni skulu gerast soleiðis, at roykgassið verður leitt beint upp (loddrætt) og skulu í hædd, staðseting, sniði og ljósvídd vera soleiðis, at viðurskiftini viðvíkjandi gjóstri verða nøktandi, og at roykburturveitingin ikki verður til ampa fyri kringumstøðurnar.

(8.5.3.1, stk. 3) Vegleiðing

Roykrørskipanir frá útbúnaði til fast brenni eiga altíð at vera hægri enn hægsta punkt á bygninginum.

Fyri at lúka krøvini í løgtingslóg um umhvørvisvernd eigur atlit at verða tikið at:

  • roykútbreiðslu, t.v.s. meldri frá bygningum og trægróðri,
     
  • frástøðu til og hædd á grannabygningum og
     
  • vanligastu ætt í mun til grannarnar, tá roykrørs­hæddin verður ásett, serliga tá tað snýr seg um afturlatnar eldstaðir (brenniovnar) og annan útbúnað til fast brenni.
     

Um brenniútbúnaður viðførir týðandi roykampa fyri kringumstøðurnar, kann kommunali byggi­myndugleikin, við heimild í kunngerð um umhvørvisreglur, krevja, at brenniútbúnaður og royk­rørskipan ella brenning verður broytt, soleiðis at ampin heldur uppat. Ber ikki til at bøta um ampan, kann kommunali byggimyndugleikin seta forboð fyri, at útbúnaðurin verður nýttur.

Stk. 4 Áseting

Roykrørskipanir skulu lættliga kunna reinsast.

Reinsilúkur skulu vera atkomuligar, og í stødd vera í minsta lagi sum ljósvíddin á roykrør-­skipanini.

(8.5.3.1, stk. 4) Vegleiðing

Ber ikki til at reinsa roykrørið uttan tarn, skal reinsi­lúka setast á rørið.

Stk. 5 Áseting

Møguligt skal vera at hava eftirlit við uttaru síðunum á roykrørkipanini.

(8.5,3.1, stk. 5) Vegleiðing

Fyri at sleppa undan, at kolsúrni lekur inn í ­bygningin, er tað týdningarmikið, at til ber at varnast møguligar rivur og ótættleikar í roykrørskipanum í nóg góðari tíð.

Stk. 6 Áseting

Roykrør, ið skulu reinsast frá í erva, skulu gerast við tryggari atgongd upp til opið.

Úrslit: