Seinast dagført: 01-01-2017

8.5 Brenniútbúnaður og ­roykrørskipanir

Stk. 1 Áseting

Miðstøðuhitaketlar, smáir orkuhitaútbúnaðir, generatorútbúnaðir, útbúnaðir, ið verða kyndir við lívrunnum brenni, afturlatnir eldstaðir (brenniovnar), opnir eldstaðir (peisir) og aðrir brenniútbúnaðir skulu gerast og innleggjast soleiðis, at vandi ikki er fyri eldi, spreinging, eitran ella heilsubágum.

(8.5, stk. 1) Vegleiðing

Í sambandi við brenniútbúnað við motorlutum í rørslu kann vísast til kunngerð um innrætting av tekniskum hjálpartólum.

Eisini kann vísast til donsku kunngerðirnar, ­”“Bekendtgørelse om indretning af trykbærende udstyr” og “Bekendtgørelse om anvendelse af trykbærende udstyr”. Harumframt kann vísast til donsku kunngerðina ”Bekendtgørelse om ind­retning, etablering og drift af olietanke, rørsystemer og pipelines”.

Í sambandi við gasskyndan útbúnað kann vísast til ”Bekendtgørelse om forskrifter for udførelse af gasinstallationer (gasreglementet)”.

Stk. 2 Áseting

Tilfarið, sum nýtt verður, skal í nøktandi mun vera mótstøðuført ímóti roykgassum, eldi, hita og tæring.

Úrslit: