Seinast dagført: 01-01-2017

8.4.3.1 Alment

Stk. 1 Áseting

Øll støð, og allir innleggingarlutir við vatn­innlegging við avtapping, skulu hava hóskandi frárenningarmøguleika.

(8.4.3.1, stk.1) Vegleiðing

Vísast kann til “Rørcenter-anvisning 001,
Ressourcebesparende afløbsinstallationer i ­boliger”.

Stk. 2 Áseting

Regnvatnsleiðingar skulu gerast soleiðis, at niðurseyring ella vatnsamling ikki er til skaða fyri bygningar ella bygningspartar, og ikki er til bága fyri t.d. ferðsluna.

Stk. 3 Áseting

Frárenningarinnleggingar skulu dimensjónerast og gerast soleiðis, at frárenningarvatn verður leitt burtur á nøktandi hátt við atliti at íbindingarviðurskiftunum og kringumstøðunum, umframt ætlaðu nýtsluni av leiðingini, grundøkinum og ­bygninginum.

(8.4.3.1, stk. 3) Vegleiðing

Spillivatn skal veitast burtur í mun til spillivatns­mongdina, sum rennur til, so tað, við vanligari nýtslu av innleggingini, slepst undan vatnfloymi.

Stk. 4 Áseting

Frárenningarinnleggingar skulu dimensjónerast og gerast soleiðis, at nøktandi trygd er ímóti:

  1. Vatnfloymi.
     
  2. Ampa av lukti.
     
  3. Áløgu, sum kann minka um úrdráttarførið.
(8.4.3.1, stk. 4) Vegleiðing

Frárenning eigur at vera frá skorsteinum og royk­útlufting frá lágorkuketlum, smáum orkuhitaútbúnaði og frá køliflatum í hitapumpum og køliútbúnaði.

Tað eigur at verða tryggjað, at vætan frá skor­steinum er nevtraliserað, áðrenn hon verður veitt í frárenningina.

Vísast kann til “Rørcenter-anvisning 011 Vacuumsystemer i bygninger Vejledning i projektering, udførelse og drift”.

Stk. 5 Áseting

Frárenningarinnleggingar skulu haldast á egnum grundøki.

Úrslit: