Hitaútbúnaður skal gerast á tryggan hátt við atliti at trygd, orku og inniluft.
Hitaútbúnaður er útbúnaður at hita bygningin upp við og kann t.d. vera oljufýrur, sólhitaútbúnaður, dagsljósfangarar o.s.fr.
Hita- og køliútbúnaður skal dimensjónerast, gerast, stillast og avhendast, sum ávíst í “DS 469, Varme- og køleanlæg i bygninger”.
“DS 469, Varme- og køleanlæg i bygninger” fevnir um øll sløg av hita- og køliútbúnaði, sum hava til endamáls at veita rúmum, bygningum og annars tilknýttum skipanum hita ella køling. Hitamiðilin kann sostatt t.d. vera vatn, luft ella el.
Nýtsluvatnsskipan skal gerast soleiðis, at vandin fyri gróðri av legionellabakterium avmarkast mest møguligt.
Fyri at avmarka vandan fyri gróðri av legionellabakterium í heita vatninum mest møguligt, eiga tiltøk at gerast fyri at forða hesum, t.d. við at vatnið kann hitast nóg nógv sbrt. “DS 439, Norm for vandinstallationer”.
Ringrásarpumpur í hita-, heittvatns-, jørðhita- og køliútbúnaði skulu lúka krøvini í “EU-forordning nr. 641/2009/EF”.