Seinast dagført: 01-01-2017

8.1 Alment

Stk. 1 Áseting

Innleggingar skulu gerast soleiðis, at tær ikki eru til vanda fyri fólk ella gera skaða á bygningin.

Ristingar frá innleggingum mugu ikki flytast til bygningin og hava ampa við sær.
 

(8.1, stk. 1) Vegleiðing

Innleggingar í hesum kap. fevna um innleggingar í einum bygningi og innleggingar uttan fyri matrikulin at veita bygninginum ravmagn, gass, hita, kulda, frárenning og vatn til upphiting, køling, luftskifti og vatnnýtslu. Harumframt fevna innleggingar í hesum kap. um burturkoyrsluútbúnað og um innleggingar til persónflutning og hjálpartól fyri at gera bygningar atkomuligar.

Við roykrørskipan í hesum kap. skilst skorsteinur og roykrør við tilhoyrandi skoytum og aðrar skipanir av einum og hvørjum slagi, sum taka ímóti royki frá einum ella fleiri brenniútbúnaðum.

Harumframt kann vísast til kunngerð um dampketlar og nýtslu av asbesti o.a. og kunngerð um trýstíløt og rørskipan undir trýsti. Kunngerðirnar skulu nýtast í sambandi við rørskipanir, tangar, sólfangarar, hitapumpur, køliútbúnað, ketlar o.a., har ið luftløg ella guva kunnu mennast við einum trýsti á meira enn 0,5 bar.

Við atliti at grevstri fyri innleggingum kann vísast til “DS/EN 1997-1 Geoteknik”.

Stk. 2 Áseting

Innleggingar skulu gerast soleiðis, at tær ikki elva til eld- ella spreingivanda.

Við gjøgnumføringar, rør, luftskiftisrásir o.tíl. skulu tiltøk gerast, sum forða fyri, at óljóð, væta, eldur, gass, roykur og luktur kunnu treingja ígjøgnum.

Stk. 3 Áseting

Hitin á yvirflatum á tilfari, sum kann brenna, skal haldast so lágur, at eingin vandi er fyri ífesting.

(8.1, stk. 3) Vegleiðing

Tilfar, sum kann brenna, kann nýtast, um hitin á yvirflatunum frá innleggingunum í mesta lagi er 85° C.

Tá ið hetta ikki er møguligt, eiga innleggingar við hitastigum millum 85° C og 100° C í minsta lagi at haldast 30 mm frá timbri ella øðrum tilfari, sum kann brenna. Við hitastigum millum 100° C og 150° C eigur frástøðan at vera í minsta lagi 50 mm.

Fyri opnar og afturlatnar eldstaðir (peisir og brenni­ovnar), konglaovnar (pillebrændeovne), roykrør­skipanir o.tíl. er frástøðan ofta ásett við CE-merking ella MK-góðkenningum. Her skal ásetta frástøðan til tilfar, sum kann brenna, haldast.

Er frástøðan til tilfar, sum kann brenna, ikki ásett, kann kravið metast at vera lokið, tá ið frástøðan frá uttaru síðu á opnum og afturlatnum eldstøðum (peisum og brenniovnum), konglaovnum (pillebrændeovne), roykrørskipanum o.tíl. til tilfar, sum kann brenna í veggi og lofti, í minsta lagi er 500 mm. Í sambandi við múraðar opnar eldstaðir (peisir) og innbygdar ovnar (masseovne) verður frástøðan máld frá innaru síðu á eldstaðnum.

Gjørt verður vart við, at í sambandi við innbygdan ljósútbúnað kann mislitur standast á t.d. loft longu við hitastigum á 60° C.

Stk. 4 Áseting

Múraðir skorsteinar, roykrørskipanir ella lutir, sum hoyra til skipanirnar, og sum ikki eru fevndir av CE-merking, skulu í minsta lagi hava frástøðu frá tilfari, sum kann brenna, sum niðanfyri ásett:

  1. Múraðir og/ella bjálvaðir skorsteinar 100 mm.
     
  2. Vatnrøtt roykrør 300 mm og loddrøtt roykrør 225 mm.
     
  3. Roykrør við støddini ø 80 -100 mm frá konglaovnum (pillebrændeovne) tó 225 mm.
     
  4. Reinsilúkur 200 mm.
(8.1, stk. 4) Vegleiðing

Frástøðan verður máld frá uttaru síðu.

Lutir, sum hoyra til, kunnu t.d. vera gjósturstillarar, reinsilúkur, spjell og líknandi.

Í sambandi við tekjuklæðingar við ónøktandi ­mótstøðuføri ímóti bruna, sí kap. 8.5.3.5, stk. 1.

(8.1, stk. 4, nr. 3) Vegleiðing

Brenningin í konglaovnum (pillebrændeovne) er jøvn, og roykgasshitin kann stýrast við hond.

Stk. 5 Áseting

Frástøðan frá gólvi upp til roykrør, við støddini ø 80 – 100 mm, frá konglaovni (pillebrændeovn), kann minkast niður í 150 mm frá gólvi ella tilfari, treytað av, at gólvið er klætt við plátu av tilfari, ið ikki kann brenna.

Stk. 6 Áseting

Innleggingarnar skulu gerast soleiðis, at tær eru heilsuliga nøktandi.

(8.1, stk. 6) Vegleiðing

Ásetingin skal eitt nú forða royki frá brenniútbúnaði í at treingja út í bygningin. Ásetingin fevnir eisini um trygd ímóti rottu og øðrum skaðadjórum.

Víst verður til kap. 6, Inniumhvørvi, um radon og um aðra dálking frá undirlendinum.

Víst verður til kap. 6, Inniumhvørvi, um óljóð frá orkuframleiðandi útbúnaði.
 

Stk. 7 Áseting

Innleggingar skulu verjast ímóti frostspreinging.

Stk. 8 Áseting

Innleggingar skulu gerast soleiðis, at eingin óneyðugur vandi er fyri tæring.

(8.1, stk. 8) Vegleiðing

Viðvíkjandi verju fyri tæring kann vísast til “Sbi- ­anvisning, 227 Korrosion i VVS-installationer”.

Stk. 9 Áseting

Innleggingar skulu gerast soleiðis, at tað slepst undan óneyðugari orkunýtslu. Tær skulu bjálvast móti hitamissi og kondens í samsvari við “DS 452, Termisk isolering af tekniske installationer”.

(8.1, stk. 9) Vegleiðing

Rør og tangar eiga at verða settir soleiðis, at hitin frá teimum kemur bygninginum til gagns.

Stk. 10 Áseting

Tøkniligur útbúnaður, innleggingar o.a., sum skulu handfarast, broytast javnan, eftiransast ella haldast við líka, skulu setast soleiðis, at hetta kann gerast á tryggan og fullgóðan hátt.

(8.1, stk. 10) Vegleiðing

Viðvíkjandi trygdarútgerð og innrætting av rúmum til køliútbúnað kann vísast til “DS/EN 378 del 2 og 3, Kølesystemer og varmepumper”.

Rørinnleggingar, sum skulu handfarast, broytast javnan, eftiransast ella haldast við líka, eiga sum meginregla at verða settar antin í tøkniligar gongir við fríari hædd á í minsta lagi 1,9 m og fríari breidd á í minsta lagi 0,7 m, ella í innleggingarslokur við góðum atkomu-møguleikum, t.d. við leysum gólvi ella lúkum.

Vísast kann til “DS 5129 Installationer til signalering og kommunikation. Del 2-1: Føringsveje i bygninger til kabler til brug for IT&T formål”.

Stk. 11 Áseting

Við atliti at gera bygningar atkomuligar fyri fólk við tarni skulu innleggingar í bygningar, ætlaðir almenninginum við atliti at tøkniligum møgu­leikum prosjekterast og fyrireikast soleiðis, at til ber at leggja inn og nýta tøknilig hjálpartól til fólk við tarni.

(8.1, stk. 11) Vegleiðing

Ásetingin tryggjar, at longu tá bygningsinnleggingar verða fyrireikaðar og prosjekteraðar, verður hædd tikin fyri, at tøknilig hjálpartól til persónar við tarni kunnu brúkast í byggingini, uttan at neyðugt verður við størri broytingum í innleggingunum og í ­framføring av leiðingum o.ø., ið hartil hoyra.

Stk. 12 Áseting

Í samkomuhølum, íroknað rúm, sum eru innrættað til felags virksemi, so sum konsertir, fyrilestrar og annað undirhald, skal vera føst innlegging av hjálparútgerð til hoyriveik.

(8.1, stk. 12) Vegleiðing

Samkomuhøli fevna um samkomuhús, kirkjur, biografar, leikhús, bókasøvn og samkomu- og ­konserthallir o.tíl., sum eru alment atkomulig hjá fólki.

Ásetingin fevnir ikki um vanlig undirvísingar-høli í fólkaskúlum og t.d. fundarhøli í skrivstovubygningum.

Hjálparútgerð til hoyriveik eigur at vera samsvarandi “DS/EN 60118-4, Elektroakustik – Høreapparater – Del 4: Teleslyngesystemer til høreapparater – Tekniske krav”.

Innleggingin eigur vera lagað til tal av fólki.
Fyri at tryggja, at innleggingin virkar, tá hon verður nýtt, verður mælt til at royna innleggingina regluliga.

Stk. 13 Áseting

Verður servararúm innrættað í einum bygningi, so skal tað vera møguligt at máta elnýtsluna á servarunum. Somuleiðis skal tað vera møguligt at máta elnýtsluna til at køla servararúmið niður við.

(8.1, stk. 13) Vegleiðing

Elmálararnir skulu vera sambært “Sikkerheds­styrelsens bekendtgørelse om måleteknisk kontrol med målerer, der anvendes til måling af elforbrug med hensyn til overnsstemmelsesvurdering eller typegodkendelse og førstegangsverifikation”, umframt “Sikkerhedsstyrelsens bekendtgørelse om måleteknisk kontrol med målere, der anvendes til måling af forbrug af køleenergi i fjernkøleanlæg og centralkøleanlæg”.

Stk. 14 Áseting

Ein rakstrar-, eftirlits- og viðlíkahaldsleiðbeining fyri innleggingar skal orðast og vera til skjals, tá ið bygningurin verður tikin í nýtslu. Í leiðbeiningini skal vera eitt samheild av dagførdum høvuðstekningum við upplýsingum um, hvar allir staklutir, sum krevja viðlíkahald og eftirlit, eru.

(8.1, stk. 14) Vegleiðing

Rakstrar-, eftirlits- og viðlíkahaldsleiðbeining (REV) verður á donskum kallað: “drift-, kontrol- og ved­ligeholdelsesplan (DKV)”.

Úrslit: