Seinast dagført: 01-01-2017

6.3.2.2 Formaldehyd

Stk. 1 Áseting

Spønplátur, trætrevjuplátur, krossviðaplátur og aðrar plátur, ið innihalda lím, sum letur formal­dehyd frá sær, mugu bert nýtast, um ­inniumhvørvið er heilsuliga nøktandi, hóast formal­dehydfrálátið.

(6.3.2.2, stk. 1) Vegleiðing

Ásetingin fevnir um byggivørur, sum innihalda formaldehydfrálátin evnir, og sostatt ikki um ­byggivørur, sum eru límaðar við lími uttan íblandingar­evni av ureaformaldehyd, sum t.d. ­pva-, fenol-, resorcinol- ella isocyanatlím.

Byggivørur, sum innihalda formaldehydfrálátin evnir, og eru í beinleiðis sambandi við inniumhvørvið og eru fevnd av einum evropeiskum normi, skulu vera CE-merktar, og tað skal síggjast, at byggivøran er fevnd av flokki E1.

Við nýtslu av træplátum límaðar við einum formalde­hydfrálátandi lími til gólv, veggir og loft, sum t.d. MDF og spønplátur, verður viðmælt at klæða pláturnar við tilfari uttan íblandingarevni fyri at minka um mongdina av formaldehyd í inniumhvørvinum. Klæðingin kann t.d. vera gipsplátur, banavørur, trægólv ella onnur gólvklæðing.

Tá talan er um plátur úr træi verður hugsað um plátur lýstar í “DS/EN 13986, Træbaserede plader til konstruktionsbrug – Karakteristika, overens­stemmelsesvurdering og mærkning” ella líknandi plátur, sum innihalda formaldehydfrálátið lím.

WHO mælir til, at samlaða nøgdin av formaldehyd í inniumhvørvinum ikki er meiri enn 0,1 mg/m³.

Úrslit: