Luftin í bygningum skal skiftast. Luftskiftisskipanir skulu dimensjónerast, gerast, rekast og haldast við líka, soleiðis at tær í nýtslutíðini í minsta lagi veita tað, sum tær eru ætlaðar at veita.
Luftskifti kann gerast við skipanum fyri natúrligt luftskifti, mekaniskt luftskifti ella samansett luftskifti.
Við luftskiftisskipan skilst bæði natúrligt luftskifti, mekaniskt luftskifti og samansett luftskifti.
Við luftskiftisútbúnað skilst bara mekanisk luftskiftisskipan, íroknað tann mekaniska partin av samansettari luftskifting. Luftskiftisskipanir verða gjørdar í samsvari við kap. 8.3.
Krøvini til luftskifti eru eisini galdandi fyri verandi bygningar, sum í sambandi við umbygging ella t.d. útskifting av vindeygum og hurðum, minka um natúrliga luftskiftið/trekkin. Í sambandi við at tetta klimaskermin í verandi bygningum, kunnu útiluftventilar møguliga nøkta tørvin á luftskiftinum.
Ásetingarnar um luftskifti varða bara um tann vanliga luftskiftistørvin. Í t.d. arbeiðsrúmum ella rúmum í einum bústaði, har arbeitt verður, kann tørvur verða á størri luftskifti. Um so er, verða krøvini til luftskiftið sett í samsvari við arbeiðsumhvørvislóggávuna.
Ásetingar um heilsulig atlit, sum t.d. ásetingarnar um luftskiftið, skulu lúkast so leingi, sum bygningurin stendur.
Vanliga verða bústaðir roknaðir at vera í nýtslu alt samdøgrið.
Vísast kann til ”DS 447, Ventilation i bygninger – Mekaniske, naturlige og hybride ventilationssystemer”, ”DS/EN ISO 7730 Ergonomi inden for termisk miljø - Analytisk bestemmelse og fortolkning af termisk komfort ved beregning af PMV- og PPD-indekser og lokale termiske komfortkriterier” og ”At-vejledning A.1.2 Indeklima”. Fyri luftskifti í rúmum við eldstaði verður víst til kap. 8, Innleggingar, og til ”Bekendtgørelse om forskrifter for udførelse af gasinstallationer (gasreglementet)”, part A”.
Reingerðarstøðið í einum rúmi hevur stóran týdning fyri luftgóðskuna. Vísast kann til kunngerð um innrætting av føstum arbeiðsplássum.
Tilførsla av útiluft skal vera gjøgnum op, sum eru beint út í fríska luft ella við luftskiftisútbúnaði við innblásing, har innblásta luftin verður upphitað.
Luftskiftisop beint út í fríska luft kunnu t.d. vera luftventilar ella vindeygu stýrd við hond ella t.d. við motori. Høvuðsendamálið við opunum er at tryggja, at luft uttanífrá kemur inn í rúmini á ein skipaðan hátt.
Opini eiga í neyðugan mun at kunna filtra luftina, sum kemur inn, og eiga at setast soleiðis, at luftin, sum kemur inn, er so lítið dálkað sum gjørligt.
Luftskiftisopini beint út í fríska luft eiga at gerast og virka soleiðis, at tað eggjar brúkarunum til at nýta opini eftir ætlan og harvið á rættan hátt at gagnnýta møguleikarnar fyri at stilla bæði mongdina og spjaðingina av luftini, sum kemur inn. Eitt luftskiftisop, sum er beint út í fríska luft, eigur tí lættliga at kunna stillast, og hetta eigur at kunna gerast standandi á gólvinum.
Krøv kunnu vera um eina ávísa ljóðdoyving í luftskiftisopinum, sí kap. 6.4.2, stk. 1. Í teimum førum, tá ið luftin uttanífrá kemur inn gjøgnum stýrd vindeygu, eigur at verða hugsað um vandan fyri stuldri.
Við tilførslu og við burturflytan av luft í rúmi, har ið fólk halda til, skal tryggjast, at eingin gjóstur er í tilhaldsøkinum.
Fyri at sleppa undan gjóstri eigur luftferðin í tilhaldsøkinum í hølum við sitandi virksemi ikki at vera meira enn 0,15 m/s.
Markið fyri gjóstri veldst um, hvussu nógv virksemi er, lufthitan og luftmeldurin.
Við tilhaldsøki skilst tað økið í einum rúmi, har ið fólk kunnu væntast at halda til.
Tá ið hitin er yvir 24° C í rúminum, verður hægri luftferð góðtikin.
Luft má ikki flytast úr einum meira luftdálkaðum rúmi í eitt minni luftdálkað rúm.
Í bústøðum verða t.d. køkur, baðirúm, vesi og vásarúm roknað at vera meira luftdálkað rúm.
Í vinnubygningum eigur luft úr rúmum við luftdálking, sum stendst av tøkni, ikki at verða endurnýtt.
Luftskiftisútbúnaður og luftskiftisop beint út í fríska luft skulu vera gjørd og sett soleiðis, at tey ikki flyta inn evni í rúm, m.a. mikroverur, sum gera inniumhvørvið heilsuliga ónøktandi.