Seinast dagført: 01-01-2017

1.2 Nýtsluavmarkingar av bygningsreglugerðini

Stk. 1 Áseting

Bygningsreglugerðin er ikki galdandi fyri:

  1. Brýr, tunlar og onnur verkløg til ferðslulig endamál, sum ikki eru bygningar, og sum verða framd ella góðkend av vega- ella øðrum myndugleikum ella feløgum, sum við lóg hava ábyrgd av byggiarbeiðinum. Fyribils konstruktiónir og verkløg, sum eru neyðug, meðan tílík bygging er í gerð, eru heldur ikki fevnd av bygningsreglugerðini.

  2. Mastrar til el-veitingarvirkir, vanligar mastrar til el-innleggingar, ferðsluljós, vegljós, telefonmastrar o.tíl.

  3. Bussskýli o.tíl., ið ikki er ætlað at hýsa fólki í longri tíðarskeið.

  4. Kaðalskáp og onnur smærri innleggingarskáp.

  5. Girðingar við grannamørk, vegir ella gøtur, sum ikki fara upp um 1,5 m.

(1.2, stk. 1, nr. 1) Vegleiðing

Sbrt. § 2, stk. 5 í byggilógini.

(1.2, stk. 1, nr. 4) Vegleiðing

Talan er um smærri skáp, sum ikki eru at rokna sum vanligir bygningar.

(1.2, stk. 1, nr. 5) Vegleiðing

Vísast kann til løgtingslóg fyri Føroyar um hegn og friðing av lendi (girðingarlógin). Vísast kann eisini til lov for Færøerne om Hegn og Markfred (girðingarlógin).

Stk. 2 Áseting

Fyri serligar framleiðslubygningar, alistøðir og ali- og rakstrarbygningar hjá landbúnaðinum kunnu frávik gerast í mun til ásetingarnar í kap. 2–8 í bygningsreglu-gerðini, um mett verður, at ásetingarnar ikki eru sambærligar við ætlaða virksemið.

Tó kann frávik ikki gevast frá ásetingunum um:

  1. Hæddarkrøv og frástøðukrøv í kap. 2.3 og 2.4.
     
  2. Byggirættin í kap. 2.7.8.
     
  3. Innrætting av arbeiðsplássum i kap. 3.4.1, stk. 3.
     
  4. Gerð og dimensjónering av bygnings­konstruktiónum í kap. 4.1 og 4.2.
     
  5. Brunaviðurskiftum í kap. 5.1, rýmingarleiðir í kap. 5.2, konstruktiv viðurskiftir í kap. 5.3 (bert galdandi fyri fjós), brunatøkniligar inn­leggingar í kap. 5.4 (bert galdandi fyri fjós), eld og roykspjaðing í kap. 5.5 og átaksmøguleikar hjá sløkkiliðum í kap. 5.6.
     
  6. Vatn- og frárenningarinnleggingar í kap. 8.4 og roykrørskipanir í kap. 8.5.
(1.2, stk. 2) Vegleiðing

Serligir framleiðslubygningar, alistøðir og ali- og rakstrar­bygningar hjá landbúnaðinum, sum ikki beinleiðis kunnu viðgerast eftir reglugerðini, skulu gerast og góðkennast av avvarðandi myndugleikum í hvørjum einstøkum føri.

Stk. 3 Áseting

Fyri friðaðar bygningar og bygningar, sum er partur av einum friðaðum fornminni, kunnu frávik gerast í mun til ásetingarnar í kap. 2-8 í bygningskunngerðini, um mett verður, at ásetingarnar ikki eru sambærligar við friðingar- og varðveitingarvirðini.

Kommunali byggimyndugleikin skal í byggi­loyvinum tilskila, hvørji frávik eru givin.

(1.2, stk. 3) Vegleiðing

Kommunali byggimyndugleikin skal, í sambandi við metingina um tað vegna friðingar- og varð­veitingaratlit skulu gerast frávik frá teim ítøkiligu ásetingunum í kap. 2-8 í bygningsreglugerðini, vera varur við, um atlit handan ásetingina kunnu lúkast á annan hátt. Hetta er serliga galdandi í mun til atkomuásetingarnar í kap. 3, Innrætting av bygningum.

Fyri friðaðar bygningar og bygningar, sum er partur av einum friðaðum fornminni, er galdandi, at um­søkjarin skal søkja kommunala byggi­myndugleikan um undantaksloyvi, um viðkomandi ynskir frávik í mun til ásetingarnar í kap. 2-8 í bygnings­reglugerðini.

Úrslit: